Sep 252022

Kappingardagur

Í dag var stóri kappingardagurin. Veðurlíkindini vóru framúr, so lagt var upp til ein góðan dag. Og tað komu eisini nógv sera góð úrslit.

Klokkan 10 fór starturin til HCA marathon 2022. Veðrið var framúr. Stilli, 13 stig og yvirskýggjað. Um 12 tíðina kom sólin eisini fram, so veðrið kundi ikki verið betri. 1/2 marathon og marathon byrjaðu og endaðu á Odense Idrætspark, meðan 10 km byrjaði við Odense Rådhus og endaði á Odense Idrætspark.

Á marathon teininum vóru 3 rennarar úr Roysnið. Tey vóru Hallbjørg Danielsen, Jørgin Joensen og Henning Olsen. Málið hjá teimum var at koma undir 3:50, og tað kláraðu tey væl og virðiliga. Tey fylgdust stórt sæð allan vegin. Til endans fór Henning sindur framum, ímeðan Hallbjørg og Jørgin fylgdust um mállinjuna. Henning hevði tíðina 3:45:13. Jørgin kom á mál við tíðini 3:46:27 og Hallbjørg hevði tíðina 3:46:38.

Á hálvmarathon vóru 8 rennarar úr Roysnið. Bjarki Johannessen (1:18:35), Jaspur Højgaard (1:22:16), Arfinn Johannessen (1:39:25), Birgir av Vollanum (1:53:47), Helgi Johannessen (2:00:45), Elsibeth Johannessen (2:13:52), Olga Johannessen (2:23:35) og Julianna Frederiksberg (2:37:36) runnu 1/2 marathon. Nógvar sera flottar tíðir og tey flestu kláraðu sítt mál. Jaspur fekk eisini persónligt met. Bjarki var nummar 12 samla, sum er sera flott. Birgir var noyddur til at broyta teinin frá marathon til hálvmarathon, tí hann hevði ein lítlan skaða. Men hann fekk eina flotta tíð á hálvmarathon. Nógvar sera flottar tíðir á hálvmarathon.

Á 10 km var eisini ein rennari við. Ingi Johannessen ætlaði sær at renna ein skjótan 10 km. Hann rann teinin upp á 38:53. Tað var hann væl nøgdur við og hann var nummar 20 samlað.

Starturin til 10km
Starturin til 10 km var beint við Odense Rådhus

Øll úrslitini kunnu finnast á hesari leinkjuni https://www.sportstiming.dk/event/7605/results. Tá kappingin var liðug var gott at koma heim til ein góðan døgurða bita. Aftaná fóru vit eisini ein lítlan túr oman á strondina, har onkur eisini dyppaði. Leygardagurin var bara avslapping. Vit vóru eftir startnumrunum, og í høllini har man avheintaði startnummar, var eisini ein stór søla av útstýrið til renning. Onkur tók eitt spæl av pool og borðtennis. Niðanfyri eru nakrar myndir afturat frá leygardegnum og sunnudegnum. Í morgin gongur leiðin so heim aftur til Føroyar. Hetta hevur verið ein sera hugnaligur og væleydnaður túrur og vit gleða okkum til fleiri hugnaligar túrar framyvir.