Um vikuskiftið var VK5 á skránni, sum samstundis eisini var FM í lendisrenning. Rutan er 6 umfør í viðarlundini og á fløtuni í Hoydølum. Vit í Roysninum fingu heili 20 heiðursmerkir við heim.
Teinurin til FM í lendisrenning er umleið 8 kilometur. Tey vaksnu runnu 6 umfør í viðarlundini og á fløtuni í Hoydølum. Børnini runnu 2 umfør. Vit vóru væl umboðaði í Hoydølum. Út av teimum 39 rennarunum sum komu mál, vóru vit 12 rennarar úr Roysnið.
Veðrið síðstu tíðina merkti eisini at fløtan var øgiliga vát, sum gjørdi teinin tyngri og meir avbjóðandi enn vant. Men hóast tað, fingu vit í Roysninum 20 heiðursmerkir við úr Hoydølum. Av tí at hetta var FM í Lendisrenning, vóru tvey heiðursmerkir latin í øllum bólkunum. Eitt fyri FM, og eitt fyri Vetrarkappingina.
Lydia Jacobsen og Hallbjørg Danielsen fingu 4 heiðursmerkir hvør. Lydia bleiv nummar 2 í opna bólkinum og veteran bólkinum hjá kvinnum. Hallbjørg var nummar 3 í teimum somu bólkunum. Lydia hevði tíðina 44:09. Hallbjørg rann teinin upp á 47:30.

Hjá superveteran kvinnum fekk Elsibeth Johannessen síni fyrstu heiðursmerkir til vetrarkapping. Hon var nummar tvey í FM og vetrarkappingini. Elsibeth rann teinin upp á 55:16. Sera flott Elsibeth.

Hjá mansunglingum fingu vit 4 heiðursmerkir. Ingi Johannessen var fremsti unglingurin, og á 2. plássi var Dánjal Reinert Hansen sum var við til sína fyrstu vetrarkapping, og samstundis eisini sína fyrstu renning til FM í lendisrenning. Ingi kom á mál við tíðini 38:17. Dánjal rann eisini eina flotta tíð. Hann hevði tíðina 42:50.

Hjá veteranmonnum fekk Roysnið eitt silvur og eitt gull heiðursmerki. Lau fekk silvur í FM kappingini. Daniel Hestad vann FM kappingina, men hann rann ikki fyri nakað felag, og tí fekk Lau gull í vetrarkappingini. Lau hevði tíðina 38:41.

Hjá ultraveteranmonnum áttu vit gull og silvur í FM og vetrarkappingini. Henning Olsen vann ultraveteranbólkin við tíðini 45:08. Súni Kristiansen var nummar 2. Hann hevði tíðina 50:45.

Ein sera væleydnaður dagur í Hoydølum hóast veðrið ikki var tað besta. Tó batnaði veðrið meðan renningin var í gongd. Nú eru bert 3 kappingar eftir. Tann næsta verður á Viðareiði 25. februar. Tá møta vit aftur mannsterk upp. Øll úrslitini síggjast inni á Webscorer.com.