Kappingar

Roysnið skipar fyri fleiri kappingum gjøgnum árið, ma. Nýggjárshálvmarathon, Várkappingina og Runt Agnið. Javnan eru stevnurenningar á skránni eisini, t.d í smb. við Eystanstevnu og Varmakeldu. Onkrar heilsurenningar hevur Roysnið eisini staðið fyri, og av og á kappingar í frælsum ítrótti á breytini á Svangaskarði eisini.

Á heimasíðuni hjá FÍF, sæst ein listi yvir týðandi kappingar annars innan frælsan ítrótt í Føroyum. Her er eisini beinleiðis link til FÍF-kalendaran (google) við ymiskum áhugaverdum hjá teimum sum íðka frælsan ítrótt. Hann sæst eisini herundir í minni stødd.