Várkappingin er ein 10 km kapping í Runavík, ið vanliga verður hildin seinasta vikuskifti í mars.
Kappingin varð á fyrsta sinni fyriskipað tann 28. mars 1998, og var endamálið at fáa føroyskar rennarar at kappast fyrr um árið. Undan hesum var Flaggdagsrenningin vanliga fyrsta kappingin á vegi.
Tíðirnar hava víst seg at vera skjótar á hesi rutuni, og er hon tí eisini fleiri ferðir nýtt til FM í 10 km um summarið og Eystanstevnurenningina.
Kort
Úrslit