Søgan

Roysnið varð stovnað í 16. januar 1998. At Roysnið varð stovnað tá fekk stóra ávirkan á frælsa ítróttin í Føroyum. Tað skulu trý feløg innan ávísa ítróttargrein fyri at kunna stovna sersamband, so tá Roysnið varð stovnað í 1998, byrjaði arbeiðið at leggja lunnar undir FÍF, sum varð stovnað fýra ár seinni í 2002. Sølvi Reinert Hansen, sum var ein av stigtakarunum til at stovna Roysnið, gjørdist eisini fyrsti formaður í FÍF, har hann sat til 2006.

Felagið hvarv eftir nøkur ár, og Roysnið var í nógv ár mestsum bert eitt eiti. Flestu íðkarar úr Eysturoynni limaðu seg inn í Treysti, umframt at Treysti yvirtók tað mesta av virkseminum hjá Roysninum. Kortini hava tað alla tíðina verið íðkarar, sum hava ynskt at umboða Roysnið.

Men einaferð í 2011 byrjaði so smátt at líkjast einum felag aftur, tí menn og kvinnur kallaðu til regluligar rennitúrar sunnumorgnar. Í byrjanini gekk heldur striltið at menna bólkin, men so líðandi hevur kortini gingið rætta vegin. Hesir spírar fingið við tíðini so frægt gróðrarfesti, at prátið fall á eina endurstovnan av felagnum, sum ikki hevði havt aðalfund í fleiri ár.  7. marts 2013 savnaðust fólk, eini 15 í tali, í bókasavninum við Løkin at umrøða møguleikan at blæsa lív aftur í rennifelagið. Tá fundurin var lokin var felagið sett á stovn aftur, ein starvsnevnd við 5 limum var sett saman, og nýggjur litur valdur til felagið.

Tey næstu árini vaks virksemið, nú vóru fleiri regluligar venjingar um vikuna, eitt ávíst ungdómsarbeiði byrjaði á rennibreytini á Svangaskarði og Roysnið skipaði sjálvt aftur fyri nógvum kappingum. Tær mest týðandi verandi Nýggjárshálvmarathon, Runt Agnið, Várkappingin í Runavík (FM 10km) og fleiri stevnurenningar. Roysnið íðkarir gjørdust sera sjónligir til rennikappingarnar runt um í landinum, og partvís eisini til breytkappingar, serliga hjá ungdómi. Av og á vóru eisini onkrar breytkappingar fyriskipaðar á Svangaskarið.

Tann fyrsta nevndin í smb. við endurstovnan var mannað av: Marnar Pattinson (formaður), Arnfinn Johannesen (næstformaður), Hallbjørg Danielsen (skrivari), Búi Uni Jensen og Egil G. Olsen.

25/2-14 var 2. aðalfundur eftir endurstovnan, nevndin helt fram, mest sum óbroytt, men nú størri: Eirikur Joensen, Rani Friang Rasmussen og Johan M. Jacobsen komu uppí, teir seinastu tveir sum varalimir. Egil fór úr nevndini.

31/3-15 var 3. aðalfundur (nevnd hareftir: Rani F: Rasmussen, Marnar Pattinson, Arnfinn Johannesen, Eirikur Joensen og Julianna Frederiksberg, umframt Johan Medardus og Regin Thomsen sum varalimir) og 23/2-16 var 4. aðalfundurin í nýggju tíðarrokningini (sí ‘Nevndin‘ og síggji núverandi nevndarlimir fra febuar 2016).

Hóast heimstaðurin hjá felagnum er í Runavík, so eru venjingarnar bæði í Runavík og serliga á Toftum – oftast á rennibreytini á Svangaskarði, og av og á eisini aðrastaðni í Eysturoynni. Limatalið vaks skjótt eftir endustovnanina, og koma teir allastaðni frá í Eysturoynni.