Rennikappingin ‘Runt Agnið’ hevur rættuliga nógv ár á baki, og um vit hava ‘klassikarir’ innanfyri rennikappingar í Føroyum, so kundi Agnið veri eitt gott boð uppá ein av teimum.
Líka síðani vegurin varð gjørdur sum tá kom at binda Rituvík og Æðuvík nærri til Nes og Toftir, hevur hann veri væl brúktur sum partur av frítíðarítrivi, bæði viðv. eitt nú hundalufting og súkkling. Vegagerðin sigst vera ‘agn’ uppundir upp til fleiri val mitt í 20. øld, og veganavnið ‘Agnið’ á Nesi kemur ikki av ongum. Tað gekk tó strilti at fáa gjørt hendan vegin, tað var jú koyrandi til bæði Rituvíkar og Æðuvíkar úr Runavík, men tá liðugt var gjørdist vanligt at fara sær ein túr ‘Runt Agnið’. Og skal man allanvegin runt, so er longdin jú passalig – á einum næstan rundum 10-talið tá umræður kilometur-tal – til ein góðan spadseritúr, ella til at jogga sær ein túr uttan at skula ferðast sama strekkið fleiri ferðir. Tað var eisini upplagt at fara at kappast á hesum strekki, tí longu áðrenn skipað kapping var lýst á fyrsta sinni – sum sjálvandi eisini kom at eita ‘Runt Agnið’ – so tosaðu fólk um hvussu langa tíð tað tók at renna ella ganga hendan rundtúrin.
Núverandi starturin er á Toftum, og umvegis Æðuvíkarvegin, og síðani á Mýravegnum av Rituvíkshálsi, verður runnið til Runavíkar. Hareftir um Saltnes, og víðari til Toftir aftur. Teinurin er uml. 10,3 km og er fyrsta strekkið fyri tey flestu rættuliga strævið. Eftir 2½ km er komið á hægsta stað á rutuni, men tá er man yvir seinstu 2.000 m. komin uml. 170 m. upp í hædd, einans TopRun (niðan á Sornfelli) bjóðar sum rennikapping skrappari stigning. Tá lokalir rennarir brúka teinin uttanfyri kapping verður ofta runnið mótsattan veg, altso við urinum runt, longdin skuldi tó veri tann sama.
Kappingin plagar at vera á skrá um heystið. í Oktober hevur hon ofta verið, men seinnu árini hevur hon ligið 1. ella 2. vikuskiftið í november. Ofta er hon partur av einari størri kapping – einari sokallaðari Vetrarkapping við 5-8 umførum. Hini umførini ganga fyri seg aðra staðni í Føroyum, og rennararnir savna stig fyri at gerast vinnarir at samlaðu kappingini.
Tey bestu úrslitini gjøgnum tíðina eru hesi:
Kvinnir | ||
2014 | 41.13 | Valborg Heinesen |
2008 | 42.52 | Bjørk H. Olsen |
2000 | 42.55 | Rigmor N. Arge |
2013 | 43.01 | Rigmor N. Arge |
2016 | 44.02 | Rebekka Fuglø |
2009 | 44.05 | Bjørk H. Olsen |
2017 | 44.25 | Súsanna Skylv |
2016 | 44.37 | Rigmor N. Arge |
2017 | 44.43 | Beinta H. Joensen |
– | ||
Menn | ||
2016 | 34.56 | Marnar Djurhuus |
2016 | 34.59 | Jan Elmar Sørensen |
2016 | 36.16 | Andrias Hansen |
2001 | 36.19 | Hallur Holm |
2013 | 36.36 | Marnar Djurhuus |
1999 | 36.42 | A. Marni Joensen |
2014 | 37.03 | Sam Vang |
2015 | 37.07 | Jan Elmar Sørensen |
1997 | 37.13 | Guttorm Sørensen |
2015 | 37.15 | Eirikur Hansen |
(Við fyrivarni. Toplistarnir eru gjørdur útfrá teimum úrslitalistum vit kenna til, sí niðanfyri)
Úrslit
Runt Agnið 2017 (1. umfar av TF Vetrarkappingini 2016/2017)
Runt Agnið 2016 (1. umfar av TF Vetrarkappingini 2016/2017)
Runt Agnið 2015 (1. umfar av TF Vetrarkappingini 2015/2016)
Runt Agnið 2014 (1. umfar av TF Vetrarkappingini 2014/2015)
Runt Agnið 2007 (3. umf. av Vetrarkapping 2006/2007)
(2006?)
Runt Agnið 2005 (partur av TF Vetrarkapping)
Runt Agnið 2004 (partur av TF Vetrarkapping)
Runt Agnið 2003 (partur av Daewoo marathon cup)
Runt Agnið 2002 (partur av Daewoo marathon cup)
Runt Agnið 2001 (partur av Daewoo marathon cup)