Jan 212017 0 Responses

Silvur til Inga í Sørvági

Frælsi bjóðaði til kapprenning í dag. Tey vaksnu runnu 12 km og børnini góðar 3 km. Ingi rann seg til eina góða tíð, og fyrsta kilometurin lá hann undir 3½ min/km. Á veg á málið, Read More…

Jan 082017 0 Responses

Nýggjárshálvmarathon: 65 á mál

Marnar Djurhuus og Rigmor N. Arge nr. 1
Í gjár skipaðu vit fyri árliga Nýggjárshálvmarathon. Starturin var sum vanligt tætt við grótbrotið á vegnum oman til Funningsfjørð, og málið á Toftum. Renningin gekk uppá stás, og veðrið var á heilt góðari leið, 8-10 m/s, ikki heilt turt, har vóru nøkur smá æl. Sindur kølið hóast hann ikki var høgur, útsynningur fyri tað mesta, so síðuvindur og mótvindur var ein partur av upplivilsinum. Read More…

Jan 032017 0 Responses

Vinn skógvar úr Gøtu

Terje (Skósølan við Gøtugjógv) skipar fyri einari Facebook kapping í smb. við komandi Nýggjrárshálvmarathon. Ein ‘event’ er upprættaður, og tey sum melda seg til har – ella boða frá luttøku har, OG renna hálvmarathon nú 7/1-2017 Millum Fjarða, eru við í lutakastinum um einar lekrar Skechers renniskógvar. Read More…

Jan 022017 0 Responses

Nýggjárs hálvmaraton 7/1-17

Leygardagin 7. januar kl. 11.00 skipar Roysnið fyri hálvmaraton kapping í Eysturoy. Henda kapping hevur verið fastur táttur seinnu árini, og er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum. Seinasta ár, í tí nógva mótvindinum, vóru tað Karina Ottosen (1.36.56) og Sam Vang (1.33.08)  í vunnu opnu bólkarnar. Read More…

1 2 3 4