Síðan við venjingartíðunum er nú broytt og sæst her. Vit eru nú farin frá innanduravenjingini og týsdagsvenjingini, Read More…

Síðan við venjingartíðunum er nú broytt og sæst her. Vit eru nú farin frá innanduravenjingini og týsdagsvenjingini, Read More…
Seinasta leygdardag skipaðu vit sum kunnugt fyri kapping í Runavík, í samstarvi við FÍF. Hetta var seinasta umfar av vetrarkappiningi 2016/2017, altso umfar nr. 8. Hendan sama kappingin er samstundis kapping um Føroyameistaraheitið í 10 km landavegsrenning. Read More…
Stóri finaludagurin í TF Vetrarkappingini verður leygardagin klokkan 15.00 í Runavík, tá Roysnið skipar fyri kappingarumfarinum, sum eisini er FM-kapping í 10 km landavegsrenning. Dreingir og gentur renna 5 km. Øll kunnu luttaka. Read More…
Broyting í felagsvenjingunum.
Nú summarið nærkast, er skjótt tíð at skifta frá vetrarhálvuskránni til summarhálvuskránna. Tað er tó ikki endaliga lagt fast enn hvussu venjingin verður, men sunnumorgumsvenjingin er so hin sama alt árið. Read More…
Aðalfundur í bókasavninum í skúlanum við Løkin.
Eftir eitt gott prát og ein kaffimunn fekst gongd á fundin. Eirikur, Julianna og Rani í nevndini vóru burturstødd, men báðir eyaklimirnir vóru til staðar, og tískil var fundurin kortini viðtøkuførur, umframt rætt lýstur. Read More…
Aðalfundir felagsins plaga at vera hildnir í síðstu vikuni av februar og so verður aftur í ár. Read More…
Frælsi bjóðaði til kapprenning í dag. Tey vaksnu runnu 12 km og børnini góðar 3 km. Ingi rann seg til eina góða tíð, og fyrsta kilometurin lá hann undir 3½ min/km. Á veg á málið, Read More…
Marnar Djurhuus og Rigmor N. Arge nr. 1
Í gjár skipaðu vit fyri árliga Nýggjárshálvmarathon. Starturin var sum vanligt tætt við grótbrotið á vegnum oman til Funningsfjørð, og málið á Toftum. Renningin gekk uppá stás, og veðrið var á heilt góðari leið, 8-10 m/s, ikki heilt turt, har vóru nøkur smá æl. Sindur kølið hóast hann ikki var høgur, útsynningur fyri tað mesta, so síðuvindur og mótvindur var ein partur av upplivilsinum. Read More…
Terje (Skósølan við Gøtugjógv) skipar fyri einari Facebook kapping í smb. við komandi Nýggjrárshálvmarathon. Ein ‘event’ er upprættaður, og tey sum melda seg til har – ella boða frá luttøku har, OG renna hálvmarathon nú 7/1-2017 Millum Fjarða, eru við í lutakastinum um einar lekrar Skechers renniskógvar. Read More…
Leygardagin 7. januar kl. 11.00 skipar Roysnið fyri hálvmaraton kapping í Eysturoy. Henda kapping hevur verið fastur táttur seinnu árini, og er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum. Seinasta ár, í tí nógva mótvindinum, vóru tað Karina Ottosen (1.36.56) og Sam Vang (1.33.08) í vunnu opnu bólkarnar. Read More…