Roysnið var hampuliga væl umboðað til hálvmarathon í Vágunum í gjár.
‘Føroya vakrasta hálvmarathon’ sum Frælsi nevnir sítt jubileumsrennitiltak er vorðið størsta hálvmarathon í landinum. Við gongufólkunum vóru uml. 700 tilmeldingar, men telur man rennarar á úrslitalistanum, kann staðfestast at uml. 300 runnu hálvmarathon. Av hesum átti Roysnið uml. 20, og tað er á góðari leið, tí vit mugu hugsa um at meginparturin av teimum sum komu á mál umboða onki felag, og eru tey flestu sostatt ókend í føroyskari renning annars.
Tað er ikki bara sum at siga tað at servisera so nógv fólk, men tað lá væl fyri hjá Frælsi at skipa fyri, har var mestsum hugsað um hvørja detalju. Veðrið var eisini til vildar, og tað hevur altso nokkso nógv at siga. Tað var turt, ikki kalt, men nakað av vindi; fyri tað mesta síðuvindur sum ikki bilti tað stóra, men framvið Leitisvatni lá hann beint í móti, og her søgdu nógv seg hava tað strævnastu løtuna. Aftaná var góður stemningur á málinum har øll fingu frukt og okkurt at drekka umframt medalju fyri at hava gjøgnumført. Og seinni var so kaffi, kaka og vælsmakkandi laksur at fáa í høllini á Giljanesi.
Um man skal seta fingurin á nakað, so kundi medaljuhandanin (1-2-3 í aldursbólkunum) kanska veri annaðleiðis (framskundað, veri annað stað, betur lýst) tí nógv vóru farin tá handanin umsíðir skuldi avgreiðast. Eitt sum eisini var eitt sindur óheppi var at nøkur av teimum sum høvdu melda seg til at ganga, runnu ein stóran part, og harvið vóru tey tí frammi hjá vatnpostunum áðrenn teir vóru klárir. Onkrir rennarir startaðu eisini saman við gongufólkinum, og vunnu sær sostatt ein tíma í úrslitinum, hetta ger sjálvandi at skeivleikar koma, og tað er eitt sindur harmiligt, ma. fyri medaljuplaseringarnar, men tað kann Frælsi so ikki lastast fyri.
Tað er annars stuttligt at síggja at hesin teinurin er vorðin so populerur í Føroyum. Vakra útsýnið, tað serliga at skula í gjøgnum ein tunnil, umframt tað at nógv fólk eru á leiðini eru nokk nakrar av fleiri orsøkum til at tiltakið er so væl umtókt. Team Rynkeby hevði eisini eitt lítið lið av súkklarum sum trillaðu rutuna ígjøgnum, tað – umframt 2 stk súkklandi politi sum koyrdu aftur og fram – er eisini nakað sum er við til at skapa stemning á rutuni, fyri ikki at gloyma tónleikainnsløgini í Sørvági, við flogvøllin, í Miðvági og á málinum.
Nú er enn eitt hálvmarathon ‘sett á stovn’, og eru tað suðringar sum skipa fyri. Í skrivandi stund eru longu yvir 200 tilmeldingar, og runnið verður 23. sept. 2017. So ikki bara Frælsi, men eisini Hvistan hevur spílað seg út við rættuliga stórum motiónstiltøkum, og tað sæst aftur í lokalum íðkarum, tí fleiri og fleiri úr hesum feløgum eru at síggja á úrslitalistum frá ymsum kappingum. Tað er tíbetur eisini júst so víðv. Roysnið íðkarum, og tað er at fegnast um.

Úrslitini hjá okkara íðkarum síggjast her:
8 | Lau Jensen | Menn B45-49 | 1 | 01:31:21 |
9 | Regin Thomsen | Menn B40-44 | 1 | 01:31:35 |
21 | Arnfinn Johannessen | Menn B50-54 | 7 | 01:36:25 |
46 | Hallbjørg Danielsen | Kvinnur B40-44 | 2 | 01:43:35 |
48 | Bergur Didriksen | Menn B55-59 | 3 | 01:44:35 |
50 | Terje Hansen | Menn B45-49 | 4 | 01:45:42 |
53 | Astrid Joensen | Kvinnur B50-54 | 2 | 01:46:21 |
81 | Petra Weihe Mikkelsen | Kvinnur B40-44 | 6 | 01:53:22 |
90 | David Reinert Hansen | Menn B55-59 | 5 | 01:54:52 |
96 | Magnus Pauli Dahl Olsen | Menn B40-44 | 13 | 01:55:42 |
100 | Helgi Johannessen | Menn B50-54 | 17 | 01:56:03 |
102 | Henning Olsen | Menn B60-64 | 2 | 01:56:14 |
104 | Jógvan Olsen | Menn B40-44 | 15 | 01:56:35 |
124 | Jørgin Joensen | Menn B40-44 | 18 | 01:59:56 |
183 | Elsibeth Johannessen | Kvinnur B50-54 | 8 | 02:09:18 |
200 | Olga Johannessen | Kvinnur B50-54 | 11 | 02:12:38 |
247 | Julianna Frederiksberg | Kvinnur B50-54 | 17 | 02:22:06 |
259 | Anna Christiansen | Kvinnur B40-44 | 30 | 02:25:37 |
286 | Ann Petersen | Kvinnur B45-49 | Gangi | 02:35:49 |
289 | Nancy F. Poulsen | Kvinnur B40-44 | 35 | 02:36:47 |
307 | Bergljott Jarnskor Poulsen | Kvinnur B55-59 | 10 | 02:42:09 |
369 | Andrea á Regni Højgaard | Kvinnur B35-39 | Gangi | 03:05:03 |
477 | Haldis Elsa Samuelsen | Kvinnur B40-44 | Gangi | 03:36:15 |
Onkur íðkari var afturat, men møguliga tí teir høvdu fingið nummar frá øðrum rennarum, eru teir ikki at finna sum Roysnið rennarir á úrslitalistanum.
Roysnið hevði tveir íðkarir í top 10 hjá monnum, báðir høvdu góðar 1:31 um teir 21,1 kilometrarnar. Gott er at síggja ein væl rennandi Lau Jensen luttaka í kapping aftur. Í fjør vetur stríddist hann við drúgvan skaða, men er longu mestsum á gamla niveau aftur. Hann hevur boða frá at hann kemur til vetrarkappingarnar, og tað kann blíva áhugavert, tí Regin Thomsen, sum eisini endaði í top10, er væl fyri, kanska betur enn nakrantíð. Eitt lið við teimum báðum og sjálvandi onkrum afturat, skuldi kunna kradda sær fitt av stigum saman. Hjá kvinnunum kann eisini blíva spennandi um td. Hallbjørg, Petra og Astrid renna nógv umfør. Hallbjørg er í topform, og hóast úrslitalistin har vesturi frá sigur nakað annað, so var hon faktiskt í top10 við tíðini 1:43 (tí onkur av hesum ‘rennarum’ startaði saman við gongufólki, og onkur av hesum kvinnustartnumrum vóru avhendaði til menn). Allarhelst var hon nr. 7, 8 ella kanska 9. Medaljir vóru handaðar til aldursbólkar í 5-ára intervallum, so bæði Lau, Regin og Hallbjørg fingu gull, og Astrid og Henning Olsen fingu silvur.
Øll úrslitini síggjast her: https://app.lap.io/event/2017-foeroya-vakrasta-halv-maraton/results
Og her nakrar myndir fra degnum:

Myndir: Terje, jn.fo og vp.fo
PS: tað sigst at ein leirvíkingur (einki felag) var beint frammanfyri Lau og Regin… ljóðar áhugavert!