Mar 022020

Aðalfundur 2020

Hósdagin 27. februar var árligi aðalfundurin hjá Roysnið á bókasavninum í skúlanum við Løkin.

Aðalfundurin byrjaði við einum drekkamunni. So segði Arnfinn Johannessen, formaður í Roysnið nøkur orð um farna árið, so bleiv nevndin vald.

Í ár gingu tveir nevndarlimir út. Teir vóru Arnfinn Johannessen og Eirikkur Joensen. Teir vóru báðir valdir upp í nevndina aftur. Eisini skuldu tveir tiltakslimir finnast. Astrid Joensen og Regin Thomsen hava verið tiltakslimir seinasta árið. Astrid bleiv vald aftur, men nýggjur tiltakslimur skuldi finnast fyri Regin, sum ikki var á fundi. Tað bleiv Julianna Frederiksberg sum bleiv vald.

Tann nýggja nevndin sæst á myndini omanfyri:

Frá vinstru, ovara rekkja:
Julianna Frederiksberg
Astrid Joensen
Hallbjørg Danielsen

Frá vinstru, niðara rekkja:
Rani Friang Rasmussen
Eirikkur Joensen
Arnfinn Johannessen
Marnar Pattinson

Nevndin ferð at hava fund ein av komandi døgunum, har tey fara at skipa seg.