Vit eru komin væl í gongd við barnavenjingina, og hava vit sæð nógv fitt børn sum eru spent at byrja aftur, glað at síggja liðfelagarnar aftur, og vit hava sæð rættuliga góða uppmøting.
Sum nú er, er bert tann eina venjingin um vikuna; mikudagar kl. 19-20, men sum vanligt er í frælsum ítrótti, og kanska serliga renning, so tekur man sær partvís sjálvur av venjingini, og tí er ikki óvanligt, ella óhugsandi at fleiri venja annað aðrar dagar í vikuni, men neyvan á Svangaskarði. Serliga um tey ikki hava annan ítrótt hinar dagarnar í vikuni, so mæla vit til tað, og tað ber til at fáa vejleiðing frá felagnum/venjara um hvat tey evt. kundu gjørt afturat mikudagsvenjingini. Tað er ikki óhugsandi at tað hetta summarið eisini vera eyka venjingar onkran hósdag ella leygardag, og at vit gera eina ‘námsferð’ at venja í Havn ella aðrastaðni.
Endamálið við venjingini er ma. at skapa áhuga fyri frælsan ítrótt og at aktivera børnini, men vit venja eisini fram ímóti kappingum. Vit vænta at síggja nógv av hesum børnum til kapping á Tórsbreyt til tær tríggjar ‘betri’ Stórkappingarnar tann 20/5, 2/6 og 17/6, umframt til FMung sum verður á Tórsbreyt 9. og 10. september. Tað vera allarhelst nakrar opnar kappingar fyriskipaðar eisini, sum møguleiki verður at luttaka í. Viðv. Stórkapping 3 sum er 17. juni, so er vert at nevna at hana skipa Treysti og Roysnið fyri saman, so tá vænta vit at síggja nógv foreldur og onnur sum eru knýtt til felagið – ella tey íðkandi – sum hjálparfólk og hjálpardómarar, meira um hetta seinni.