Mar 212017 0 Responses

Endabrestur og FM 10km

Stóri finaludagurin í TF Vetrarkappingini verður leygardagin klokkan 15.00 í Runavík, tá Roysnið skipar fyri kappingarumfarinum, sum eisini er FM-kapping í 10 km landavegsrenning. Dreingir og gentur renna 5 km. Øll kunnu luttaka.

Enn er spenningur í fleiri kappingum, men serliga í liðkappingunum er stórur spenningur um, hvør fer avstað við  silvur- og bronsuheiðursmerkjunum, og hvør fær svartaper og fjórðapláss. Kappingin í ár bleiv merkt at, at annað umfar mátti avlýsast vegna nógva ísin tá Kerjarenningin, skuldi rennast.

Tað hava ikki verið eins nógvir rennarar við hendan veturin, sum teir báðar undanfarnu. Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til tað, men ein er so, at fleiri rennarar enn vanligt hava fingið skaða. Og júst hetta kemur sannlíkt eisini at merkja samlaðu kappingina – bæði fyri lið og einstaklingar.

Av tí at hetta eisini er FM-kapping, kunnu vit rokna við at úrslitini broytast eitt sindur, tí fleiri sterkir rennarar, sum ikki hava luttikið so nógv í TF Vetrarkappingini ætla sær at kappast um FM. Ein av hesum rennarunum er Marna Egholm, sum sostatt er stórfavorittur at vinna kappingina hjá kvinnunum.

Allar støður verða lagdar út á heimasíðuna hjá FÍF týskvøldið, so øll hvør í sínum lagi kunnu rokna rætta taktikkin út til leygardagin.

Møtt verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin, har startnummur verða latin frá klokkan umleið 14.00 til umleið kl. 14.45. Møguleiki er at melda til á staðnum. Kostnaður er sum vanligt, 50 kr. fyri vaksin og 30 kr. fyri børn.

Runnið verður um FM í somu aldursflokkum sum sjálv TF Vetrarkappingin.

Tilmeldingin gongur fyri seg á www.fif.fo
Einki rættuligt umklæðingarhøli er tøkt áðrenn kappingina, men beint við kantinuna kann vera skift um neyðugt. Aftaná renninginga, millum kl. 16 og 17, verður møguligt at fara undir brúsu í umklæðingarhølunum hjá NSí.

Hugnaløta við drekkamunni, heiðursmerkja- og steypahandan verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin.

Bæði Roysnið og FÍF ynskja góða undirtøku.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Please enter your name, email and a comment.