Í dag byrjaði ferðin til Odense, har vit eru 12 rennarar úr Roysnið, sum fara at renna ávikavist 10 km, 1/2 marathon og heilt marathon til HCA marathon sunnudagin.
Veðrið var sera gott tá vit fóru úr Føroyum í dag. Vindstilli og sólin kagaði eisini fram. Flogfarið til Billund fór á flog kl. 14:30. Í Billund høvdu vit leiga bilar, og koyrdu síðan til summarhúsið, sum vit hava leigað. Onkur var longu í Danmark, so tey komu við í bilarnar á vegnum til summarhúsið. Komin til summarhúsið vóru øll líka svang aftaná ein langan dag, so tá var gott at fáa ein góðan nátturðabita.
Í morgin verður tað avslapping, og so at fyrireika seg til stóra kappingardagin sunnudagin. 4 rennarar fara at renna heilt marathon, 7 renna 1/2 og ein ferð at renna 10 km. Spennandi verður at síggja hvussu tað ferð at gangast sunnudagin. Mánakvøldið gongur leiðin so heim aftur til Føroyar. Hetta verður heilt sikkurt eitt orduliga hugnaligt og spennandi vikuskiftið. Tað er bara at fylgja við her á heimasíðuni komandi dagarnar, har vit fara at uppdatera frá túrinum. Her koma nakrar myndir frá degnum.






