Mar 212023

Góð úrslit í Suðuroy

Av teimum 35 luttakarunum sum runnu í Suðuroy sunnudagin, vóru vit 13 úr Roysnið, og vit fingu 13 heiðursmerkir heim við aftur.

Kappingin sum upprunaliga skuldi verða seinasta sunnudag 12. mars, bleiv runnin hetta vikuskiftið í staðin, vegna vánaligt veður síðsta vikuskiftið. Renniveðrið var heilt gott sunnudagin. Lítið lot og turt. Teinurin var umleið 8,5 kilometur hjá teimum vaksnu og 3,4 kilometur hjá børnunum. Vit í Roysnið høvdu eina sera góða kapping við nógvum góðum úrslitum og heiðursmerkjum.

Hjá børnum fingu vit gull hjá gentum. Teresa Jansdóttir í Lambanum vann við tíðini 17:46. Aftan fyri hana var Naomi Vang úr Bragdinum.

Hjá kvinnu og mansunglingum fingu vit øll heiðurmerkini. Elvira Jansdóttir í Lambanum vann í unglingabólkinum hjá kvinnum við tíðini 47:05.
Mattias Jansson í Lambanum (33:24), Ingi Johannessen (33:30) og Dánjal Reinert Hansen (37:00) fingu ávikavist gull, silvur og bronsu hjá mansunglingum. Framtíðin sær avgjørt bjørt út hjá okkum.

Í opna bólkinum hjá kvinnum og í veteranbólkinum kom gull og bronsa í hús. Lydia í Lambanum fekk gull, meðan Hallbjørg Danielsen fekk bronsu. Lydia kom á mál við tíðini 37:49. Hallbjørg rann teinin upp á 39:44. Á øðrum plássi var Ann Mari av Skarði, sum rennur við Bragdinum.

Hjá veteranmonnum kom Lau Jensen á mál sum nummar tvey, og Regin Thomsen var nummar trý. Lau brúkti 34:36 upp á teinin. Regin kom á mál við tíðini 37:31. Niels Poulsen úr Bragdinum vann veteranbólkin.

Í super og ultra veteranbólkinum hjá monnum, fingu vit eina silvur og eina gull. Hjalmar Hansen fekk silvur hjá superveteranum aftan fyri Henry Olsen úr Bragdinum. Arnbjørn Kristiansen var nummar trý. Tíðin hjá Hjalmar var 39:30.
Súni Kristiansen vann bólkin hjá ultraveteranum. Hann rann teinin upp á 43:28.

Ein sera góður dagur í Suðuroynni. Øll úrslitini síggjast inni á webscorer.com. Komandi leygardag verður endabresturin í vetrarkappingini fyri hendan veturin. Tað er sum vant, vit í Roysninum sum skipa fyri FM í 10 kilometur. Kappingin byrjar klokkan 9:30. Tá mugu vit aftur møta nógv grøn upp til kapping.
Leygardagin verður samlaða støðan eisini avdúka í øllum bólkunum og liðkappingini. Har sær eisini sera gott út hjá okkum. Vónandi síggjast vit nógv leygarmorgunin klokkan 9:30.