May 042017

‘Grønt er skønt’

Búnin

Sum undanfarin ár, so verður aftur møguleiki at fáa okkara frálíku og vøkru Roysnið klæðir fyri ser-/limaprís (-30%) ein tíð nú í næstum. Berglon stílar aftur í ár fyri einari felagsbílegging, hesaferð fram til 17. juni 2017. Printa bíleggingarseðilin (PDF) ella fá eintak inni hjá Berglon, skriva á hvat tú ynskir og lat seðilin inn. Møguleiki er at passa klæðir áðrenn tað verður bílagt inni hjá Berglon.

Etapurenning

Myndirnar niðanfyri stava frá okkara fyrstu týsdags-etapu renning, sum gekk fyri seg 2/5-17. Uppmøtinigni var góð, tríggjir bilar máttu til Gjáar, og vit fingu ein avbera góðan túr. Tað var Roysnið fólk, ‘the usual suspects’ freistast man at siga, men ma. við einum vælkomnum vitjandi úr Bragdið.

Tað var rættuliga hart at koma niðan á Gjáarskarð, tað er jú eitt javnt hall allan vegin – einar 4 kilometrar. Tað varð byrjað heilt niðri í lendingini niðri í gjónni, so har vóru taldir beint yvir 300 hæddarmetrar tá vit fóru um hægsta punkt. Harafturat var nokkso fitt av vindi, so tað var ikki bara sum at siga tað, heldur ikki hjá teimum sum slóðaðu fyri, sum allarhelst eru betur fyri enn onkur annar.

Men tá Gjáarskarð var knógvað, fingu vit okkum eina pausu og kundu njóta løtuna og vakra útsýnið. Síðani var ein avslappandi og stuttlig omanrenning, fyri síðani at herja á vindin aftur. Funningfjørður tykist nokkso óendaligur undir slíkum umstøðum. Øll komu tó fram í øllum góðum, tó eitt sindur spjadd. Bilarnir stóðu við smoltstøðina í Funningsfirði, og har bíðaði ein góður heitur munnur aftur við sjokolátuni sum formaður og formansfrúan høvdu veri so beinasom at taka við sær.

Tað var breið semja um at renningin, hóast ‘bert’ 15 km, kundi samanberast við eitt hálvmarathon eftir sløttum, givið hæddarmetrar og vindin, so um onkur ivaðist at melda til FM í Klaksvík leygardagin eftir vegna manglandi venjing, so fingu tey sjón fyri søgn um at tað hevði man eisini megnað nú hesin teinur var runnin.

Næsta týsdag verður tað so Funningfjørður – Oyndarfjørður, og vænta vit tá at síggja enn fleiri rennarar, bæði grøn og ikki.

(myndir: Elin J. Vang og Regin Thomsen)