Nýggjarshálvmarathon, sum gongur fyri seg millum Fjarða og úteftir Skálafjørðinum, hevur í áratíggjir verið fyrsta skotið til motiónsárið hjá føroyskum rennarum. So verður eisini anno 2019, tí Roysnið skipar nú leygardagin tann 5/1-2019, í samstarvið við FÍF og Skósøluna við Gøtugjógv, aftur fyri ‘Skechers Performance’ Nýggjárshálvmarthon. Øll yvir 16 ár eru vælkomin at luttaka.
Starturin verður sama stað sum í fjør, nevniliga uttanfyri skúlan í Funningsfirði. Tað riggaði nemliga heilt væl at flyta oman í bygdina, tí fasilitetir og parkeringsviðurskiftir eru betur har. Ein lítil broyting verður tó gjørd í hinum endanum, tí hóast málið framvegis verður í Runavík, og ikki á Toftum sum í gomlum døgum, so verður tað nú flutt oman til Skúlan við Løkin. Seinasta ár endaði renningin uttanfyri Bylgjuna. Teinurin sum rennast skal verður tó undir øllum umstøðum framvegis teir 21.097,5 metrarnar sum reglurnar fyriskrivað, og tað hava fyriskiparir ornað fyri við einari lítlari krúllu í Funningsfirði.
Tilmelding gongur fyri seg á heimasíðuni hjá FÍF (http://www.atgongumerki.fo/fif/). Tað er eisini møguligt at melda til á staðnum 45-15 min áðrenn startin sum er kl. 11.00. Startnummur verða útflýggjaðið í skúlanum í Funningsfirði frá kl. 10.15.
Komin til Runavíkar verður atgongd til skiftirúm og brúsir í Bylgjuni. Suppa, kaffi og køkur verður at fáa í kantinuni í Skúlanum við Løkin, hetta áðrenn og í samband við medaljuhandanina, sum gongur fyri seg kl. 13.45. Fyri fyrstu ferð í Nýggjárshálvmarathonhøpi verður ‘finisher’ medalja handað til øll sum koma á mál. Til tey sum ikki hava fart eftir bilinum í Funningsfirði, koyrir ókeypis bussur úr Runavík umleið kl. 14.15.