Aug 202020 0 Responses

Hugnakvøld hjá Roysnið

Týskvøldið hevði Roysnið eitt hugnakvøld fyri limirnar í felagnum. Tað vóru 11 limir sum møttu upp til hugnakvøldið.

Hugnakvøldið byrjaði klokkan 18:30 við KBH høllina. Vit byrjaðu við einum rennitúrið. Rennitúrurin var knappar níggju kilometur. Teinurin sum Arnfinn, formaðurin í Roysnið, hevði valt, var at renna allar kaiirnar í Nes Kommunu. Vit runnu fyrst inn til kaiina hjá Kjartan. Síðan var runnið út eftir til Saltnes kaiina, og so allar kaiirnar á Toftum og út til Neshamar og síðan aftur til KBH høllina.

Kaiin hjá Kjartan
Saltneskaiin
Her eru vit úti á molanum
Úti á Neshamri

Tá vit komu aftur til KBH høllina var grillin tendrað.

Restina av kvøldinum var bara hugni. Grillmatur og annars bara prát. Eitt sera hugnaligt kvøld.

Tað næsta á skránni er FM vaksin leygardagin og sunnudagin 22. og 23 august. Roysnið hevur tveir luttakarar við, Magni Hansen rennur 5000m, 1500m og 110m rimarenning. Ingi Johannessen rennur 5000m. Roysnið ynskir teimum góða eydnu.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Please enter your name, email and a comment.