Jan 072018 0 Responses

Kulasta hálvmarathon í ár

So fekk føroysk renning ein góðan start uppá árið 2018. Tað spældi nemliga heilt væl av við Skechers Nýggjárshálvmarathon leygardagin.

Ofta er illsligt veður hesa tíðina, og mangan hevur antin vátur mótvindur ella hálka darvað rennarunum til áður runnin Nýggjárshálvmarathon. Hesuferð vóru sera góð líkindir at renna, mestsum stilli, ongin hálka, tó bítandi kalt.

Kuldin merktiskt nokk meira millum hjálparfólk og áskoðarir enn hjá teimum sum høvdu fingið pulsin upp, og vilja vit tí allarfyrst siga – og tað kann ikki gerast nóg ofta – hjartans takk til øll tey sum fingu hetta at bera so væl til; tað veri seg bæði køld fólk á rutuni og í báðum endum, men eisini kokkar, ruddingarfólk, og tey sum annars hava fyrireika. Eisini takk til Runavíkar Kommunu og sponsorar: Skósøluna við Gøtugjógv og KBH

50 menn og 30 kvinnur komu á mál, og vit fegnast um at Roysnið var rættuliga væl umboða hjá monnum við umleið einum triðjingi av teimum fimti. Úrslitini vóru eisini á einari leið hjá grønum monnum, við bæði Lau, Regin og Anton í top 10, men tað var tó Bragdið sum átti 4 teir fremstu, við Andrias Hansen sum nr. 1. Kappast var í trimum bólkum, og hvussu leikur fórst við medaljum kann lesast um í grein hjá FÍF her. Roysnið slapp eisini uppá skamlarnar, tí bæði Lydia, Regin og Anton fóru heim við metal hesaferð.

Samlaðu úrslitini fyri menn og kvinnur síggjast her

Nógv fingu góð úrslit, og tóktist serliga gott lag vera á flest øllum eftir avrikið. Besti kvinnuligi rennarin á degum, Duruta á Lofti, sum annars er garvaður rennari, rann sína bestu hálvmarathon tíð nakrantíð. Eisini tað vísir at umstøður at renna vóru optimalar, hóast man ikki kann pástanda at tað er ein so øðiliga fløt ruta. Hetta er fyrste ferð tað verður runnið úr Funningsfirði og tað riggaði sera væl, millum annað tí umstøður á startinum eru ógvuliga góðar nú. Nú verður byrja við einari langari líðandi niðanbrekku, og onkur meinti nokk at teinurin var harðari enn fyrr. Tað verður tó væntandi sami leistur komandi ár, men málið kanska verður flutt oman til Skúlan við Løkin so seinasti kilometurin er minni fløkjasligur og flatari.

Í samband við heiðursmerkjahandanina var eisini lutakast um Skechers Performance Renniskógvar frá Terja, og teimum fór Hans Herlon í Kálvalíð Hansen heim við.

Myndir sum sum Jóannes N. Poulsen tók finnast her

Leave a Reply

Your email address will not be published. Please enter your name, email and a comment.