Broyting í felagsvenjingunum.
Nú summarið nærkast, er skjótt tíð at skifta frá vetrarhálvuskránni til summarhálvuskránna. Tað er tó ikki endaliga lagt fast enn hvussu venjingin verður, men sunnumorgumsvenjingin er so hin sama alt árið. Í fjør var ikki bara renning á Toftum mitt í viku, men ein hugnalig mánadagsvenjing var í Runavík eisini. Tað verður væntandi aftur á skrá hesa komandi summarhálvuna, og byrjar tað einaferð í fyrru hálvu av apríl. Intervallini og barnavenjingina á breytini frætta vit um seinni. Innanduravenjingin er liðug fyri hesuferð, seinasta venjing var fríggjakvøldið 17. marts.
Limatiltakið
Tá summarhálvuvenjingin var liðug í 2016 var tað markerað við einum fínum limatiltakið, men tá var tað serliga børnini sum vóru í fokus. Nú vetrarhálvan er liðug, standa tey vaksnu fyri tørni (14+), og tað verður gjørt við einari hugnaligari løtu fríggjakvøldið 31. marts í hølunum hjá Hæddini. Har verður okkurt til matna, og Ásbjørn Berthelsen kemur at undirhalda, og felagssangur og spurnarkapping verður á skránni eisini. Vit vóna at síggja nógvar av okkara limum til eitt stuttligt kvøld. Enn eru nakrir dagar eftir áðrenn tilmeldingarfreistin er farin, men sigast skal frá via mail til roysnid@mail.com, primert tí maturin skal bestillast (útifrá) í góðari tíð. Freistin er 25. marts, og tað skal boðast frá hvussu nógv koma. Um man ivast um limaviðurskiftini eru í lagi, so er at venda sær til skrivarin, eisini via roysnid@mail.com. Tað er ikki ov seint at fáa hetta avgreitt.
Vetrarkappingin
Komandi leygardag 25. marts er seinasta umfar av vetrarkappingini fyri veturin 2016/2017. Umfarið gongur fyri seg í Runavík, sum samstundis er FM í 10km landavegsrenning, og verður runnið á tí vanligu rund-rutuni gjøgnum býin og eftir kajini. Tað byrjar kl. 15, og er tað Roysnið sum saman við FÍF skipar fyri. Eisni har vóna vit sjálvandi at síggja nógv gott ‘lokalt’ fólk. Tilmelding og kunning annars er at finna á www.fif.fo, og rennir man ikki sjálvur, so er altíð rúm fyri áskoðarum og hjálparfólki.