Mar 272018 0 Responses

Lau den lykkelige

Umleið fyrsta vikuskiftið í apríl verður skift til summarhálvuskrá stendur at lesa aðrastaðni á heimasíðuni, og tískil var gjørt eyka burturúr í kvøld, nú hetta bleiv seinasta týsdagsvenjing av hesum slag. Lýst verður í komandi viku hvussu summarhálvuskráin kemur at síggja út í ár.
 

Formansfrúan hevði aftur ‘trylla’ framman fyri komfýrin hendan dagin og tað kom væl við aftaná eftirhondini vælkend pyramidu intervallir í nógva og kalda vindinum í Norðagøtu. Eftir renningina fóru vit til borðs í gomlu hugnaligu Jákupsstovuhúsunum, og onkur mundi vera meira mettur enn gott er tá avtornaði, tí væl smakkaði.

 

Týskvøldsintervallini hava veri rættuliga væl vitjaði, óansæð hvar tey hava veri, men í kvøld var vistnokk metluttøka; um 20 rennarir. Um tað var venjing, matskráin, hugnaløtan ella lutakastið sum var størsta atdráttarmegin er ringt at meta um.
Sum áður greitt frá, so var avrátt at seta tiltøk í verk at eggja okkara rennarum at luttaka í flest møguligum umførum av vetrarkappingini sum endaði fyri góðari viku síðani. Tað førdi so til eina lutaseðla skipan, har man kundi ogna sær seðil fyri hvørt umfar man luttók í, men eisini tey sum hjálptu til at avgreiða vk-1 og vk-8 sum Roysnið hevur ábyrgdina av fingu lutaseðil afturfyri.
Onkur fekk heilt uppí 9-10 seðlar fyri bæði at hava baka og runnið, meðan onnur bert høvdu ein seðil, til dømis við at hjálpa til á málinum tá Agnið varð runnið, ella kanska við at renna eitt av teimum 7 umførunum í Vetrarkappingi (har eiga at vera 8, men vk-3 varð avlýst).
 
Tó var ein eyka høvuðsvinningur uppá spæl sum bert tey sum runnu øll umførini kappaðust um. Í ár vóru serliga nógv sum luttóku í øllum 7 umførunum, yvir 20, og 5 av teimum vóru úr Roysnið: Petra, Anna Katrina, Regin, Ingi og Lau.
 
Tá øll vóru mett og kaffi var komi í koppin tók formaðurin navnaposan fram. Fyrst var drigið um eykavinningin millum tey 5 sum høvdu fulla plátu, og tað var eitt par av Skechers renniskóm sum Terje hevði latið. 20% møguleiki at vinna, men nettup tann sum ikki var til staðar vann, og tað var Lau Jensen frá Eiði, sum eisini hevur veri raskur at vinna fleiri veteranmedaljur í Vetrarkappingini.
 

Her eru síggjast hinir vinningarnir og hvør fekk teir:
Turrur bógvur frá Roysnið-formanninum: Helgi
Fiskur frá Tavuni: Petra
Jako shorts frá Berglon: Gurli
Gávukort kr. 500,- frá Skósøluni við Gøtugjógv: Magnus Pauli
Grønur Jako ryggsekkur frá Berglon: Helgi
Renni-tights frá Berglon: Haldis
Roysnið-grønur Jako (regn)jakki frá Berglon: Anna Maria
Skechers renniskógvar frá Skósøluni við Gøtugjógv: Lau Jensen !!!! (aftur nú!)
Jako sofshell jakki v.hettu frá Berglon: Arnfinn

Sum tað sæst so skuldi Lau verið ‘overlykkelig’ fyri hetta lutakastið, hann streyk avstað við báðum høvuðsvinningunum, og er sostatt væl rennandi eina tíð afturat. Og hetta meina vit forpliktar! 😉
Annars unna vit væl Haldis, Gurli og Onnu Mariu at vera drigin úr posanum, hóast tey ikki áttu nógvar seðlar harí, tær hava ikki runnið ein metur, men umframt onnur hava tær bakað ella á annan hátt hjálpt til við at fyriskipa kappingarnar. Vit eru sera heppin og takksom at hava fús fólk sum vit kunnu heita á til ymiskt tílíkt.
Til seinast vilja vit eisini takka sponsorunum til hetta átakið: Berglon í Runavík, Tavan í Leirvík, Arnfinn Johannesen og Terja frá Skósøluni við Gøtugjógv fyri vinningarnir.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Please enter your name, email and a comment.