Feb 232017

Nevndin óbroytt

Aðalfundur í bókasavninum í skúlanum við Løkin.
Eftir eitt gott prát og ein kaffimunn fekst gongd á fundin. Eirikur, Julianna og Rani í nevndini vóru burturstødd, men báðir eyaklimirnir vóru til staðar, og tískil var fundurin kortini viðtøkuførur, umframt rætt lýstur.
Arnfinn greddi frá virksemi og øðrum í 2016; millum annað um tær kappingarnar Roysnið var vertur fyri, og um venjingar og úrslit. Samanumtikið hevur tað gingið væl hjá Roysnið seinasta árið. Tiltøkini hava veri sera væl vitjaðið og væl fyriskipaðið, og Roysnið hevur veri væl umboðað til kappingarnar – ikki bert til tær sum Roysnið hevur staðið fyri, men heilatikið, bæði á veg og breyt.

Til venjingar hevur eisini gingið væl, og í flestu førum hevur man ikki saknað undirtøku, tvørturímóti hevur man mangan sæð fleiri limir og íðkarir enn man hevði ímynda sær. Staðfest var eisini at tey serligu limatiltøkini sum fyriskipaðið vóru, eydnaðust sera væl. Viðv. úrslitum kunnu vit ikki rættuliga samanbera okkum við onnur feløg innan frælsan ítrótt, men onkrar hampuligar plaseringar eru tó komnar burturúr.

Roknskapurin varð presenteraður og góðkendur, og vísti hann at felagið er væl rikið og hevur nú enn meira rásarúm til tiltøk, útgerð og annað í komandi tíðum. Hetta tí inntøkur frá stuðlum og tiltøkum eru umleið tær somu sum áður, men útreiðslur, serliga investeringar í útgerð, eru minkaðar í mun til 2014 og 2015.

Næstforkvinnan, Hallbjørg Danielsen, stóð fyri vali, umframt 2 nevndarlimir og sjálvandi eykalimirnir, men øll tóku við afturvali, og heldur nevndin tí óbroytt fram, tí hon skipaði seg eisini beinanvegin á sama hátt sum áður. Ongar stórar ætlanir ella broytingar vóru frammi um hvat í framtíðini skal henda í og við felagnum, so ikki bara í nevndini, men heilatikið kann væntast at felagið koyrir víðari við sama lag sum áður.

Ongin innkomin mál vóru.