Dec 082017

Nýggjár, og so hálvmarathon

Seinasti mánin er næstan hálvrunnin, so um eina løtu ganga vit móti  døgum við størri og størri parti við sólarljósið. Vónandi. Og um eitt sindur meira enn eina løtu, so er ovboðið at skriva 2017. Okkurt er í umbúna, summi stressast, nógv eru spent, tí vit vita at nú nærkast…..  ja vit merkja tað – at nú er lokala hálvmarathon fyri durum.
Fyrsta rennikapping í árinum er nú tann ovasta í skránnið. Og vit skipa fyri, tað gera vit altíð: Nýggjárshálvmarathon. Í ár við høvuðstuðli úr Gøtu. Kappingin eitur í ár “Skechers’ Nýggjárshálvmarathon”.
Kom við! Vit vænta nógv fólk, tí føroyingar renna hálvmarathon sum aldrin fyrr. Fleiri hundra í Vágunum í ár, og nú í Suðuroy eisini…
Parkering og viðurskiftir annars hava ongantíð veri fantastisk har vit plaga at starta, so millum annað fyri ikki at tarna trafikkinum oman til Funningsfjørð, og fyri at hæddarmunur ikki skal vera millum har vit byrja og enda, so flyta vit í ár startin oman til Funningsfjørð. Eisini tí vit so hava møguleika at býta startnummur út innandura, og fólk ofta hava tørv á toilet.

Men hálvmarathon er altso bert 21,1 kilometur, so hóast umstøður á Toftum hava veri góðar, so noyðast vit tíverri eisini at flyta málið. Ikki tí, Runavík hevur mangan tænt okkum væl, so vit satsa uppá brúsir, kaffi og medaljir við Løkin onkustaðni. Væntandi í Bylguni, tað skal nokk blíva líka gott sum tað plagar at vera.
At melda seg til skal man inni á www.fif.fo. Kostaðurin er kr. 100,-. og tað er inkl. buss aftur til bilin í Funningsfirði, og hugnaløtu, brús, og ‘lutaseðil’, men onga t-shirt. Tað eiga tit nokk av. Kakir aftur við kaffi er til tey sum ikka hava samvitsku, og nakrar karamellir um nakar orkar. Tær við gullpappír, sum ikki eru góðar fyri plombur.

6 sett av medaljum skulu handast meðan vit drekka kaffi; 9 medaljir í alt til kvinnur og 9 til menn. Kappast verður í bólkunum menn/kvinnur (tað er ikki opin bólkur!), vetaranar og superveteranar.

Júst sum í fjør, so verður onkur heppin rennari sum sleppur heim við einum parið av flunkandi nýggjum renniskóm aftaná kappingina, tí møguleiki verður at ogna sær eitt par av Skechers skóm í lutakasti. Luttakarar sum hava boða frá luttøku á facebook OG koma á mál hava automatiskt ein ‘lutaseðil’.
(Gevið gætur! Tilmelding til tiltakið er á fif.fo, facebook fráboðan telur IKKI sum tilmelding einsamøll)

sí facebook event her: www.facebook.com