May 112021

Roysnið hevur Oyggjaleikaumboð

Um vikuskiftið var FM í hálvmarathon í Klaksvík. Veðurlíkindini vóru sera góð, hóast sindur av mótvindi var í pørtum av rutuni.

80 rennarar høvdu meldað seg til hálvmarathon í Klaksvík leygardagin. Av teimum vóru 12 úr Roysnið. Roysnið fekk sjey heiðursmerki við heim.

Í opna bólkinum hjá monnum var sera spennandi, tí Bjarki Johannessen hevði sett sær sum mál at klára oyggjaleikakravið. Tað kláraði hann eisini væl og virðiliga við tíðini 1:14:39. Hetta er fyrstu ferð at ein rennari úr Roysnið klárar kravtíðina til oyggjaleikir. Vit ynskja sjálvandi honum hjartaliga tilukku. Hann vann opna bólkin hjá monnum, og fekk eisini gull í bólkinum 17-29 ár.

Í bólkinum 30-39 ár fekk Roysnið eisini gullheiðursmerki. Tað var Jaspur Højgaard sum vann tann bólkin við tíðini 1:23:23. Persónligt met við umleið fýra minuttum. Sera flott runnið av Jaspur.

Pauli Poulsen vann eisini gull. Hann bleiv nummar eitt í bólkinum 40-49 ár. Tíðin hjá honum var 1:26:00.

Hjá monnum í bólkinum 60-69 ár fekk Roysnið gull, silvur og bronsu. Henning Olsen vann bólkin við tíðini 1:42:11. Tað er persónligt met við umleið fýra minuttum. Á annað plássi var Dávid Reinert Hansen. Hann hevði tíðini 1:47:29. Súni Kristisnsen fekk bronsu við tíðini 1:48:00.

Eisini kann nevnast at feðgarnir báðir Helgi og Julian Johannessen gjøgnumførdu hálvmarathon. Hetta var tað fyrsta hjá Julian, meðan Helgi hevur runnið nøkur eftir hondini.

Kappingin eydnaðist bara heilt væl við veðrið og luttøku. Roysnið hevði eisini eina sera góða kapping. Næsta kapping verður 1. Betri Stórkapping og langteinakapping á breyt leygardagin 15. mai. Langteinakappingin byrjar klokkan 11, meðan Stórkappingin byrjar klokkan 12.
Tríggir luttakarar úr Roysnið hava meldað seg higartil. Tað eru Ingi Johannessen, Bjarki Johannessen og Jaspur Højgaard, sum hava meldað seg til langteinakapping, sum verður 3000m. Freistin at meldað seg er í kvøld, týskvøldið, á midnátt. Tað hevði verið deiligt at sæð nakrar luttakar úr Roysnið leygardagin á Tórsbreyt.