Nov 052020 0 Responses

Runt Agnið verður Leygardagin

Komandi leygardag verður tann tiltikna runt Agnið kappingin hildin. Hon byrjar klokkan ellivu og veðurforsøgnin lovar ógvuliga gott veður.

Kappingin runt Agnið er startskotið til Vetrarkappingina. Runt Agnið er sera væl umtókt. Tey seinastu árini hava sera nógv fólk melda seg til kappingina. Runt Agnið hevur eisini havt sera gott veður at bjóða seinastu árini, og tað sær eisini út til at tað ferð at verða gott veður í ár.

Fyri at luttaka í vetrarkappingi má man verða limur í einum felagið, men man er vælkomin til at verða við til kappingarnar, hóast man ikki er í einum felagið.

Roysnið vónar at síggja nógv fólk til kapping leygardagin. Um onkur ikki tímir at renna er man vælkomin at hjálpa til, men tað hevði verið stuttligt at sæð nógvar rennarar úr Roysnið við til kapping leygardagin.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Please enter your name, email and a comment.