Í viku 27 skipar Roysnið fyri serligari Runt-um-Agn viku. (Runt) Agnið er jú ein serligur teinur hjá rennarum í landsynnings Eysturoy, og er hann eisini karmur um siðbundna kapping à góðar 10 km sum liggur føst á heysti á hvørjum ári.
Tá verður runnið móti urinum, men við urinum runt verður eisini mangan runnið undir venjing. Tað er vanligur túrur hjá royndum rennarum, men eisini nokkso vanligur – ella mangan brúktur í øllum førum – sum ‘test’, tá óroyndir rennarir bjóða sær sjálvum av. Tí tá man hevur megnað at runnið Runt Agnið uttan steðg, og tíðin er millum 45 min og ein tíma (alt eftir vekt, kyn og aldur) tá stendur rættuliga væl til við kondi
Roysnið skipar í viku 27 fyri heili 8 rennitúrum runt Agnið uppá 7 dagar (og uml. 1 tíma). Byrja verður sunnumorgunin 2. juli kl. 9.00 og endað verður sunnumorgunin 9. juli kl. 9.00. Møtast skal allar dagarnar við Bylgjuna, har fasti sunnumorgumstúrurin hjá felagnum eisini næstan altíð byrjar.
Mánadag til fríggjadag verður byrja kl. 18.00 sama stað, men leygarmorgunin verður runnið kl. 11.00. Øll eru vælkomin við, eisini tey sum bert hava hug til onkran einkultan túr. Fyriskiparir úr Roysnið vóna og gleða seg at síggja nógv fólk til hesa góðu Runt-um-Agn motiónsvikuna.
(mynd: Terje Hansen)