Leygardagin var tann síðsta vetrarkappingin í 2020. Hon var í Kollafirði, og har vóru nógv góð úrslit.
63 rennarar høvdu meldað seg til. Veðrið var sera gott, og tíðirnar vóru eisini hareftir.
Í opna bólkinum hjá monnum vann Bjarki Johannessen sína næstu vetrarkapping í ár. Hann vann við tíðini 35:23. Aftanfyri hann var Peter Jensen úr Bragdinum. Hann hevði tíðina 35:44. Á triðja plássi var Rógvi Kárason eisini úr Bragdinum. Hann kom á mál við tíðini 36:07.

Hjá mansunglingum fekk Roysnið eisini heiðursmerki. Tað var Ingi Johannessen, sum vann bólkin hjá mansunglingum. Hann vann við tíðini 38:01. Afanfyri hann var Dánjal Dahl Ljósheim úr Hvirluni. Hann hevði tíðina 41:19.

Tað vóru eisini nógvar aðrar góðar tíðir hjá Roysnið, og tær eru allar at finna á www.webscorer.com, ella á síðuni hjá FÍF á Facebook, Frælsur Ítróttur Føroya. Hetta var tann síðsta vetrarkappingin í ár. Næsta kapping er Nýggjarshálvmarathon 2. januar, sum Roysnið skipar fyri. VK4 verður 16. januar í Sørvági.