Roysnið á Íslandsferð (partur 2 av 3)
Kalt var í Íslandi hetta vikuskiftið. Og eftir at hava gingið frá Hostel niðan í Laugardalshøllina, og síðani út at finna ein matvøruhandil, og so aftur niðan í høllina til venjing, var man í øllum førum ikki í iva um at tað var sera kalt. Kaldari enn tað vit eru von við í Føroym, men tað var um ikki annað stilt og hvørki regn ella kavi kom niður hesar dagarnar. Gott var at fáa høsnarunga og rís, og eina hugnaliga løtu fríggjakvøldið á hostellinum, har tað eisin var avrátt hvussu vikuskiftið skuldi fara fram. Onkur var nemliga eftir á hostel og matgjørdu meðan tey sum vóru tilmeldaði til kappingar vóru og ‘testaðu breytina’. So tað vísti seg at ávísir fyrimunir stóðust av at nógv vaksin vóru við í mun til talið á ungum íðkarum. Leygarmorgum var eisini onkur eftir á hostel og smurdi matpakkar, meðan onnur fóru at leggja síðstu hond á tilmelding, melda ankomst og at hita upp saman við teimum ungu.
Kappast var frá kl. 9 leygarmorgum, og seinasta kapping stóð at byrja kl 18. Sunnudagin skuldi kappast frá kl. 9.00 til 16.50.
Leygardagin høvdu vit 6 startir. Tann fyrsti kl. 10.40 sum var ein 800m (dreingir 16-17 ár) hjá Inga. Ingi hevur eftirhondini runnið nógvar 800m men ongantíð innandura. Tað er nakað annaðleiðis enn úti á einari 400m breyt. Fyri tað fyrsta er tað svingini á 200m breytini; sum er væl krappari, og harafturat er gólvið lyft upp soleiðis at hall er á breytini í svinginum, og fyri tað næsta er tað tann turra luftin sum kann gera tað nokkso óbehagiligt í hálsi og munni tá man fer at tiva. Vónir um PR (personal record) og eina tíð undir 2½ minut vóru tó góðar, ma. tí Ingi hevur trenað rættuliga miðvíst fram móti Stórmót kappingini, eisini til 800m. Ingi er tó meira til teir longru miðteinarnar og enn longri teinar, so í samband við Stórmót var tað serliga 1500m og 3000m sum var tað mest áhugaverda. Bestu úrslitini á 800m vóru frammanundan 2.32,83 og 2.35,17 sum hann rann á sumri 2017 á Tórsbreyt. Bert 6 dreingir vóru tilmeldaðir á 800m í aldursbólkinum hjá Inga, so allir runnu í sama riðli.
Einans 4 geilar er tað mest vanliga á innandurabreytum, og so er eisini í Reykjavík, men tá kappast verður í 600m og uppeftir byrja nógv fleiri enn teir 4 rennararnir í senn. Viðv. 400m og 200m renna bert 4 í senn tí tá verður startað í blokk, og rennarin skal halda seg í einari ávísari geil allan vegin á mál ella í øllum førum parti av renningini. Eru fleiri enn 4 sum kappast, so vera ‘riðlar’ gjørdir, og vanligt er riðlarnir vera sterkari og sterkari; altso at bestu rennararnir renna í seinasta riðli. Riðlar vera typiskt gjørdir eftir ’tilmeldingartíðum’ hjá rennaranum (kann vera PR, season best, ella tann tíðin man væntar/ætlar at klára) Tíverri høvdu okkara rennarir ikki nakrar tilmeldingartíðir, og tað vísti seg at vera óheppi, og kostaði okkum møguliga eina bronsumedalju. 60m renning gongur fyri seg í miðjuni av rennikringinum, altso ikki á 200m geilunum.
Ætlanin hjá Inga var at liggja á uml. 36 sek pr. 200m, og allarhelst ætlaði hann sær at enda nærri 2.20 enn 2.30 tá komið var á mál. Starturin gekk fínt, og ferðin var høg, kanska ov høg, men ístaðin fyri at liggja einsamallur aftanfyri ‘feltið’ er ofta frægari at renna ov skjótt í byrjanini og harvið vera drigin fram við teimum fremru. Fyrsta umfar hjá Inga var eisini runnið uppá einans 33 sek so tempo var hægri enn væntaða meðal, men síðani bleiv ferðin passalig, tí 2. umfar vísti uml. 36 sek. Seinastu tvey umførini orkaði Ingi ikki at halda ferðina, og vístu tey uml. 39 sek pr. umfar. Ingi gav tað hann var mentur og endaði á 2.27,02, ein tíð sum er hansara besta nakrantíð, og tað var hann nøgdur við, alt í alt, eitt fínt úrslit.
Næsta kappingin hjá Roysnið var hæddarlop hjá Onnu Katrinu (gentir 13) kl. 11.00. Anna Katrina hevur ikki roynt hæddarlopskapping fyrr, men fekk nokk blóð uppá tonnina at royna tað, tá hon stóð og eygleiddi Sólveig Dahl úr Roysnið í summar, tá hendan vann FM fyri gentir (12ár) við 129 cm. Tað var fyrsta hæddarlopskapping hjá Sólveig, og hevði við sær eitt megnarúrslit tá man hugsar um hvussu lítið hon hevði trenað hæddarlop. Anna Katrina hevur trena hæddarlop nøkur týskvøld í vetur á skúlanum á Oyrarbakka, men tað er ikki bara sum at siga tað, tí nógvur teknikkur skal til, og Roysnið hevur ikki venjara við nóg góðum kunnleika til hetta. Anna Katrina hevur tó klára 125 cm til venjing, so vónin var at koma uppum 3. hæddina sum var 124 cm og gekk tað heilt gott, so kanska 129 cm sum var 4. hæddin (byrjað var á 110 cm, síðani 117 fyri tær sum komu uppum 110). Kravið hjá FÍF at koma á talentliðið er fyri g13 135 cm, sum absolut hevði veri málið hjá Sólveig um hon ikki hevði givið avboð til Íslandstúrin. Anna Katrina hevur sína styrki í renning, men hóast hon ikki er líka lang sum Sólveig, so kundi hon nokk væl komið uppá 129cm við betur og meira venjing.
110 og 117 cm kláraði hon væl, og so var steðgur í hæddarlopskappingini tí fleiri av teimum 14 gentunum sum høvdu tilmeldað seg hæddarlop í g13 skuldu eisini til sprintkapping, og tað var á skránni kl. 11.50. Anna Katrina virkaði eitt sindur ósikkur og smæddist kanska eitt sindur í hæddarlopskappingini, og tað kann sjálvandi ávirka lopini. Hon var eisini dekan og varlig í tilrenning og lopi, og tá sprintkappingini var liðug og leypast skuldi aftur, sást at ikki var nóg nógv kraft í avsettinum at koma uppum teir 124 cm hóast hon fekk tríggjir møguleikar sum vanligt er. Hon endaði tískil á úrslitinum 117 cm men bæði hon og venjari lærdu heilt nógv av hesum, og tað kann man so taka við umframt tað uplivilsið sum tað var.
Sum sagt so var 60m sprint hjá g13 á skránni meðan hæddarlop var, og tað var Anna Katrina eisini teknað til, so eftir at hava lopið 117cm skiftið hon til píkaskógvar og fór at gera startblokkin til reiðar. Anna Katrina rann nemliga í 1. av teimum 6 riðlunum (av tí hon ikki hevði tilmeldingartíð var hon bólka saman við veikastu rennarunum ella øðrum sum ikki høvdu tilmeldingartíð). Startblokkin er Anna Katrina rættuliga trygg við og tað liggur eftirhondini væl fyri at starta og koma skjótt úr blokkinum. Hon rann væl og endaði sum nr. 2 í sínum, riðli við tíðini 9.69 sek. Hon hevur ikki runnið 60m áður men rann 80m á Tórsbreyt í summar, so hóast avrikið sá út til at vera gott, so vistu vit ikki rættuliga hvat úrslitið kundi røkka til. Tá 2. riðil var komin á mál datt hon niður á eitt 3. pláss, og úr riðli 3 var eisini ein genta sum rann skjótari. Ongin úr riðli 4 var skjótari enn Anna Katrina, so áðrenn sterku genturnar úr teimum báðum seinastu riðlinum fóru at kappast lá Anna Katrina á einum penum 4. plássi av 22. Allar tær seinastu 13 úr 5. og 6. riðli runnu skjótari enn 9.40 og endaði Anna Katrina tí á nr. 17 av 35, sum tó er á heilt góðari leið halda vit. Vinnarin av kappingini rann 0,99 sek skjótari enn Anna Katrina.
Anna Katrina hevur í vetrarkappingin víst at hon er sera væl fyri tá tað kemur til at renna teir longru teinarnar, so 600-meturin kl. 13.20 vóru vit sera spent uppá. Ongin visti hvar á leið hon mundi liggja í styrki á hesum teininum. Tíðin 2.03,52 frá í summar kundi illa brúkast, tí tá hevði Anna Katrina ikki vant miðvíst til breytrenning, og hevur nú trena rættuliga fitt síðani tá. Ein lítil 400m test á Svangaskarði hevur tó indikerað at ein tíð undir 2 min á 600m burdi ikki veri nakað problem. Talentkravið hjá FÍF er 1.53 so avgjørt var at satsa og at royna at renna umførini uppá 37 sek pr. rundu sum so hevði givið tíðina 1.51.
14 gentir stillaðu til start á 600m og Anna Katrina skuldi renna í riðil 1 av tveimum. PR og tilmeldingartíðir hjá hinum gentunum í fyrstas riðli lógu millum 2.03 og 2.31 so tað kundi týtt uppá at Anna Katrina fór at vera millum fremstu av hesum gentum. Tað vísti seg eisini at tær runnu ikki serliga skjótt. Alt ov seint faktiskt, men tað fangaði Anna Katrina, só hóast varligan start so lá hon longu nr. 1 eftir 50m tí hon føldi at hetta var ikki ta tempo hon skuldi renna fyri at koma runt uppá 37 sek.
Fyrsta umfar legði hon afturum uppá 39-40 sek, men hóast hon rann væl og royndi at økja ferðina, so lógu bæði tey næstu umførini á tí sama. Endaliga tíðin gjørdist tí 1.59,08 og Anna Katrina gjørdist nógv fremst í riðli nr. 1. Tá so riðil 2 var komin á mál stóðu vit og bíðaðu í stórum spenningi meðan vit hugdu uppá stórskermin við úrslitum, tí Vibeka Sivertsen (Treysti) sum vann riðil nr. 2 við tíðini 1.53,79 var umleið 5 sek framamfyri nr. 3 í tí riðlinum, so vit vistu tað fór at vera tætt millum 3. og 4. plássið, og Anna Katrina átti heilt vist við síni tíð tað eina plássið. Tíverri koppaði tað skeivan veg hjá okkum, tí Anna Katrina gjørdist neyvt eitt kvart sekund ov stutt. Onki at ivast í at ein tilmeldingartíð à ca. 2 min hevði givið henni pláss í riðli 2 og so varð hon hála fram av ma. Vibeku, og kanska enntá til eitt medaljupláss, ístaðin fyri at liggja og føra næstan tríggjar umgangir púra einsamøll. Aftur her var stórur lærdómur til okkum øll í Roysnið, men tá breytkappingarnar á Tórsbreyt vera komandi vár, so verður nokk hugt uppá hasa kravtíðina aftur. Samanumtikið eigur Anna Katrina tó at vera nøgd við eina rættuliga pena tíð á teim 600 sum rakk til eitt flott 4. pláss av 14 møguligum. Tað er hóast alt als ikki nemt at renna 600m undir 2 minuttir tá man er 12 ára gamal!
Tvær tær seinastu kappingarnar hjá Roysnið hendan dagin vóru teir báðir 1500m startirnir hjá Inga og Regin. Júst sum so mangan í Føroyum tá aldurbólkar eru smáir, so vóru ‘karlar’ lagdir saman við ‘piltar’ so teir báðir skuldu renna samstundis.
Um Ingi var varierandi í laptíðunum á 800m, so var annaðleiðis á 1500. Ingi er sum eitt álítandi Intercity tok tá tað kemur til at halda ferð og tíðir á longru teinunum, og ætlanin um at renna 1500m uppá 5 min eydnaðist til fulnar. 4.59,45 vísti klokkan tá komið var á mál, og tað er ein sera góð tíð. Hvør seriøsur miðteinarennari minnist ikki tá man fyri fyrstu ferð rann sub 5 min á 1500m. Hvør umgangur er tá 40 sek, og tað var tætt uppá tað sum allar 7 splittíðirnar vístu. PR hjá Inga á 1500m var í forvegin 5.15 og var tað í 2016 (tíðirnar frá FM 2017 vóru ikki góðar vegna truplar vind umstøður) so hetta var absolut eitt gott úrslit sum Ingi fekk í skjáttuna. At hann so oman á tað heila fekk ein souvenir heim við er bara at fegnast um, tí tað bleiv til eina silvurmedalja hjá honum. Nr. 1 kom í mál við tíðini 4.33
Regin hevur einaferð áður runnið 1500m innandura, og tað var júst í einari Stórmótskapping. Heilatikið var tað ein góð hjálp fyri hópin at Regin kendi Laugardalshøllina, slíka kapping og umstøðurnar í Íslandi. Úrslitið tá á sinni var 4.33,47 og tað var besta tíð í 4½ ár hjá Regin. Ikki fyrrenn til EM Masters (veteranar) á sumri 2017 í Århus kvinkaðist PR til 4.33,17. Men hóast Regin hevur runnið væl í summar og heyst, so var hann tó bangin fyri at formurin hevði fingið eitt dykk vegna alt ov lítla venjing í dec. og januar. Eitt óvæntað gott úrslit til Nýggjárshálvmarathon fekk tó vónirnar fram aftur – um eitt úrslit tætt uppá 4½ minut á 1500 og PR á 3000m á Íslandsferðini. Ætlanin var at leggja út við pace 3 min pr. km og so bara føla seg fram. Millumtíðirnar vóru ikki ordiliga innstuderaðar, tí mótsatt av 2013, so var tað 3000m sum var tað mest umráðandi hesuferð og 1500m mest fyri ‘stuttleika’. 3 min pace, ella ein slutttíð à 4.30 gevur umgangir à 36 sek, men tað vísti seg skjótt at Regin dragnaði 1-2 sek pr. umgang, tó at ferðin var rættuliga jøvn allan vegin. Endaliga tíðin vísti 4.38,83 og er tað heilt víst ein rættuliga fín tíð, og tað var Regin eisini nøgdur við. Regin ætlar tó ikki at seta píkarnar á hyllina fyrr enn hann hevur veri undir 4½ min á hansara yndisteini sum er 1500m.
Reykjavik City Hostel liggur beint við síðuna av góðum svimjifacilitetum í Laugardali, so tá seinasta kapping hjá Roysnið var avgreidd, gekk leiðin heim at fáa sær bikini og svimjibuksir í ryggsekkin. Vit hugnaðu okkum óført í uttandura svimjihylinum og í pottunum, og onkur enntá í kavafannunum sum lógu í krókunum, og hóast minus 5-6 gradir bilti tað ikki at ganga hálvnakin runt har tá man hevði heitar pottar at leypa í til eina og hvørja tíð. Ein var 38 gradir, aðrir 40, 42 og 44, og so var dampbað eisini, men tað var dekan ov heitt til okkum at sita ov leingi í. Kvøldið endaði við at vit fóru á matstovu har í grannalagnum og fingu vit har ein góðan bita áðrenn stutt prát og drekkamunnin á hostel – beint áðrenn farið var til køjs.