Apr 192017 0 Responses

Summarhálvuvenjing & etapurenning

Síðan við venjingartíðunum er nú broytt og sæst her. Vit eru nú farin frá innanduravenjingini og týsdagsvenjingini, tí í summarhálvuni venja vit mánadagar kl. 19.00 frá skúlanum við Løkin, og mikudagar kl. 19.00 á rennibreytini á Svangaskarði.
Sunnumorgumsrenningin er alt árið.
Venjingin er fyri øll, og flest øll kunnu vera við, tí støði kann ofta lagast til hvønn einstakan. Børnini venja mikudagar, og er hetta fyri aldurin uml. 8-9 ár og uppeftir.

Kappingar í frælsum ítrótti hetta summarið – sum fleiri av børnunum í bólkinum plaga at luttaka í – eru hesar: Stórkappingar 1-3 (20/5, 2/6 og 17/6) og FMung 9-10. september – umframt ymiskar stevnurenningarnar, td. Norðoyastevna og Ólavsøkurenning.

Langteina-etapur til tey royndu

í maj mána er ætlanin eisini at hava nøkur rennitiltøk týsdagar. Talan er um týskvøld 2, 9, 16 og 23. maj, har runnið verður millum bygdir. Sannlíkt er at hesar bygdir vera vitjaðar á leiðini: Gjógv, Funningur, Elduvík, Oyndarfjørður, Skipanes og Æðuvík.

Ætlanin er at møtast á ‘málinum’ har felagskoyring verður skipað. Tað verður runnið fyri egna ábyrgd og hóast nokkso fittar teinar, so vera ongin veskudepotir sett upp, rennarin hevur sjálvur okkurt drekkandi við um neyðugt. Øll eru vælkomin.

Nærri kunning um tíðspunkt og teinar kemur seinni, eisini í facebook-bólkinum hjá Roysnið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Please enter your name, email and a comment.