Sep 062020 0 Responses

Vakrasta hálvmaraton

Føroya vakrasta hálvmaraton, skuldi verða vesturi í vágunum fimta septembur har fleiri hundrað luttakarar høvdu meldað seg, men vegna korona bleiv tað til eina tykisrenning í ár.

Tað vóru átta rennarar úr Roysnið, sum vóru úti og runnu. Tríggir av teimum høvdu valt at renna hálvtmaraton sunnumorgun, tí tað var munandi betur veður. Teir vóru Terje Hansen, Búgvi Ólavsson Eliassen og Per Martin Gregersen.

Teir eru allir úr Gøtu, og teir vóru við til rennitúrin hjá Roysnið, sum er hvønn sunnumorgun klokkan 8:30, har vit vanliga renna umleið 10 kilometur. Teir runnu 10 kilometur við Roysnið, og runnu síðan heimaftur til Gøtu aftaná.

Túrurin komin umleið í helvt
Her renna teir niðan á Gøtueiði
Komin á mál
Hettar var rutan sum teir runnu

Leave a Reply

Your email address will not be published. Please enter your name, email and a comment.