Oct 182017

Vetrarvenjing og -kapping

Nú nærkast fyrsta umfar av vetrarkappingini. Tað verður um ca. tvær vikur, og sum vanligt, so er tað Roysnið sum setur hol á, tí vit skipa sjálvi fyri fyrsta umfarinum. Vit skipa eisini fyri tí síðsta av teimum 8 umførunum í hesi kapping, umframt einum hálvmarathon sum liggur mitt í rokanum. Yvirlit yvir kappingarnar hendan veturin:

4/11-17: VK-1: Runt Agnið*

18/11-17: VK-2: Kerjarenning. Hvirlan skipar fyri, uppi við Hotel Føroyar.

25/11-17 VK-3: Bragdið skipar fyri, plagar at vera uppi á hamrinum á Argjum

(6/1-18: ‘Skechers” Nýggjárshálvmarathon, millum Fjarða)

13/1-18: VK-4: Frælsi skipar fyri í Sørvági

3/2-18: VK-5: FM í Cross (trail/offroad). Bragdið skipar fyri í Hoydølum

10/2-18: VK-6: Treysti skipar fyri, sum oftast í Norðdepli og/ella í Hvannasund

3/3-18: VK-7: Hvistan skipar fyri, skiftir millum Vág og Tvøroyri/Trongisvág

17/3-18: VK-8: FM 10km, í Runavík

Vetrarkappingin, soleiðis sum hon er skipað nú**, við liðkapping og so framvegis sum hevur koyrt eini 3-4 ár nú, hevur rigga væl, og hevur veri rættuliga vælumtókt. Vit hava veri væl umboðaðið viðv. luttøku, men Roysnið hevur ikki veri tann stóri medaljuslúkurin. Vónandi hilnast betur hendan veturin, og Roysnið ætlar um ikki annað at gera sítt til at fleiri av okkara limum renna so nógv umfør sum møguligt. Tað verður gjørt við einari lokkandi lottarí skipan.

Fyri hvørt umfar ein rennari luttekur í, fær hesin ein ‘lutaseðil’ sum nevndin heldur skil á. Hevur rennarin runnið øll 8 umførini, er ein eyka lutaseðil eisini at fáa.

Tá so vetrarkappingin er liðug, verður drigið millum seðlarnar, og har vera nógvir vinningar. Har verður renni- og venjiútgerð; allarhelst okkurt úr Gøtugjógv og okkurt grønligt úr Runavík. Har vera matvørur, bæði turrar, royktar og feskar, har vera gávukort, og mangt annað áhugavert, umframt ein høvuðsvinningur, sum tó bert verður trektur millum tey í hava 9. lutaseðilin fyri at hava runnið øll umførini. Men óansæð tað , so er galdandi at jú fleiri seðlar ein hevur, jú størri er møguleikin at vinna ein ella fleiri lutir.

Hetta lutakast er bert fyri limir/rennarir hjá Roysnið, og treytin er at man rennir í eyðkennis búna felagsins. Tó skal viðmerkjast, at tá vit nú skipa fyri tveimum av 8 umførum, og onkur kanska ikki fær runnið orsakað av fyriskipan, hevur nevndin avgjørt at lutaseðlar vera eisini givnir fyri hjálpararbeiði, tað veri seg at baka, halda skil á úrslitum á málinum, kaffiservering og so framvegis.

Vit vóna við hesum at síggja enn fleiri grøn til kappingarnar, og vænta tað eisini, ma. tí tað sær út til at tað legst afturat við limum fyri tíðina. Nógv nýggj andlit hava veri at sæð og tað gleðast vit almikið um. Tað virkar sum stóru hálvmarathon tiltøkini í summar (‘har Vesturi’ og í Suðuroy) hava haft eina effekt, umframt at nýggja vetrarhálvuskráin hevur veri væl móttikin. Seinastu 5 vikurnar hava vit veri víða um í Eysturoy, og venjingarnar hava veri sera góðar, hugnaligar og væl vitjaðar, her nakrar myndir frá nøkrum av hesum nomade-venjingunum sum eru hvørt týskvøld:

á Skála

 

á Oyrarbakka

 

í Gøtu

 

 

á Strondum

 

(mynd úr Fuglafirði manglar)

 

*les meira um ‘Runt Agnið’ umfarið/kappingina á http://roysnid.com/kappingar/runt-agnid/

**les meira um hvussu Vetrarkappingin er skipað á http://fif.fo/reglur/