Jan 032017

Vinn skógvar úr Gøtu

Terje (Skósølan við Gøtugjógv) skipar fyri einari Facebook kapping í smb. við komandi Nýggjrárshálvmarathon. Ein ‘event’ er upprættaður, og tey sum melda seg til har – ella boða frá luttøku har, OG renna hálvmarathon nú 7/1-2017 Millum Fjarða, eru við í lutakastinum um einar lekrar Skechers renniskógvar.

Leinkja til FB event er her. Tað er ókeypis at luttaka, og ongar treytir eru um at dáma og deila, einasta treyt er renningin.

Tilmeldingin til sjálvt Nýggjárshálvmarathon er at finna á www.fif.fo (hon er tó ikki ókeypis, men rættuliga ódýr)

Fyri nøkrum árum síðani vóru Skechers púra ókendir sum renniskógvar, men seinastu uml. 5 árini eru nógv farin at renna í Skechers, eisini her í Føroyum, og kanska serliga í Roysnið eru teir vælumtóktir. Júst hvat model vinnarin fær verður avtalað nærri við Terja, hann hevur ovmikið at velja í, bæði til kvinnur og menn.

Terje Hansen, skógvahandlari og Roysnið rennari