Venjing

Roysnið skipar fyri venjingum fleiri ferðir um vikuna.

Venjingin er fyri øll, og øll kunnu vera við. Tað er fyri tað mesta rennivenjing ella rennirelaterað venjing, í flestu førum á motioniststøði. Venjingin er sum oftast skipað á slíkan hátt at støði kann lagast til, og er hóskiligt til hvønn einstakan íðkara. Venjingin fyri børn (frá uml. 9 ár) og ung á breytini, fevnir í ávísan mun eisini um aðrar greinar í frælsum ítrótti enn renning, t.d. kúluvarp og longdarlop, tó einans á byrjunarstøði.

Venjingarskráin (fyri vetrarhálvuna 2019/2020) sær soleiðis út:

Týsdagar kl. 18.30 Intervallvenjing á Svangaskarði
Hósdagar kl. 18.30 Renna í ymsum bygdum í Eysturoy (1. og 3. hósdag í mánaðanum)
Sunnudagar kl. 8.30 Renning, møtast uttanfyri Bylgjuna í Runavík

Í vetrarhálvuni er ongin venjing fyri børn og ung á breytini. Ung (12+) kunnu tó altíð vera við í venjingini hjá teimum vaksnu, bæði á breytini (ymisk renning og venjing, td. intervallir), renningar í ymsum bygdum á Eysturoynni og til róligu langtúrarnar sunnumorgnar. Skift verður millum vetrar og summarhálvuvenjin uml. fyrsta vikuskiftið í apríl og uml. hálvan september.

Hósdagar renna vit á Oyrabakka, Gøtu og Fuglafirði. Fyrsta hósdag í mánaðanum renna vit í sundalagnum. Triða hósdag í mánaðanum renna vit antin í Gøtu ella Fuglafirði  Venjingin er vanlig renning, og møguliga nakað av intervallum, fartlek e.l. inn í millum. Nærri kunning um møtistað osv. kemur so hvørt í okkara facebook bólki. Tey sum ikki hava facebook kunnu venda sær til nevndina.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Please enter your name, email and a comment.