Um vikuskiftið var norðoyðastevnurenning og Tórshavn marathon. Tað hevur verið sera gott renni veður í vikuskiftinum. Bæði í Klaksvík og í Havn, fingu vit eisini fleiri heiðursmerkir.
Read More…Góður endi upp á Vetrarkappingina
Í sera góðum veðrið leygardagin, var síðsta vetrarkappingin fyri hendan veturin runnin. Tað var sum vant FM í 10 kilometur sum var á skránni. Enn einaferð var tað ein góð kapping hjá Roysnið við heili 11 heiðursmerkjum. Eisini vóru steyp handað fyri samlaðu støðuna í vetrarkappingini. Har komu ikki færri enn 13 steyp í hús.
Read More…Góð úrslit í Suðuroy
Av teimum 35 luttakarunum sum runnu í Suðuroy sunnudagin, vóru vit 13 úr Roysnið, og vit fingu 13 heiðursmerkir heim við aftur.
Read More…FM í lendisrenning
Um vikuskiftið var VK5 á skránni, sum samstundis eisini var FM í lendisrenning. Rutan er 6 umfør í viðarlundini og á fløtuni í Hoydølum. Vit í Roysninum fingu heili 20 heiðursmerkir við heim.
Read More…Ársins fyrsta renninkapping
Leygardagin var ársins fyrsta rennikapping á skránni. Tað var Skechers Performance nýggjárshálvmarathon sum var runnið. 39 luttakarar vóru við og øll gjøgnumførdu. Roysnið fekk 4 heiðursmerkir og nógvar góðar tíðir vóru eisini skrásettar.
Read More…Vetrarkappingin skotin í gongd
Leygardagin byrjaði vetrarkappingin aftur við tí tiltiknu rutuni Runt Agnið. Enn einaferð fingu vit fantastiskt veður. Nógv góð úrslit vóru og fleiri heiðursmerki komu í hús til Roysnið.
Read More…Kappingardagur
Í dag var stóri kappingardagurin. Veðurlíkindini vóru framúr, so lagt var upp til ein góðan dag. Og tað komu eisini nógv sera góð úrslit.
Read More…Fráferð
Í dag byrjaði ferðin til Odense, har vit eru 12 rennarar úr Roysnið, sum fara at renna ávikavist 10 km, 1/2 marathon og heilt marathon til HCA marathon sunnudagin.
Read More…Roysnið á ferð
Síðstu árini hevur Roysnið skipa fyri nógvum spennandi tiltøkum. Eitt nú runnu vit eina nýggja oyggj hvønn mánað í 2021. Nú verður aftur ein sera spennandi túrur gjørdur.
Read More…Síðsta vetrarkappingin fyri hendan veturin runnin
Rennilíkindini vóru framúr tá FM í 10km, og VK8 var runnið í Runavík leygardagin. Nógvar medaljur og steyp komu í hús hesa vetrarkappingina.
Read More…