Aðalfundir felagsins plaga at vera hildnir í síðstu vikuni av februar og so verður aftur í ár.
Hervið ein innkalling til ársaðalfund hjá ítróttarfelagnum Roysnið, sum verður mikukvøldið 22/2-17 í bókasavninum við Løkin (Runavík) kl. 20.00
Fundarskrá:
– Val av fundarstjóra
– Formansfrágreiðin
– Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
– Val av nevndarlimum og tiltakslimum
– Val av grannskoðara
– Innkomin mál
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan aðalfundinum.