Jan 082023

Ársins fyrsta renninkapping

Leygardagin var ársins fyrsta rennikapping á skránni. Tað var Skechers Performance nýggjárshálvmarathon sum var runnið. 39 luttakarar vóru við og øll gjøgnumførdu. Roysnið fekk 4 heiðursmerkir og nógvar góðar tíðir vóru eisini skrásettar.

Hóast tað var eitt sindur váttligt, so vóru veðurlíkindi heilt góð. Ikki so nógvur vindur, og so smátt sum man byrjaði at nærkast málinum bleiv tað eisini turrari. Í ár var rutan eitt sindur broytt frá fyrrverandi árum. Í staðin fyri at byrja í Funningsfirði, var starturin á Skála í ár. Málið bleiv eisini flutt út á Toftir, har tað fyrr hevur verið í Runavík. Tað eydnaðist bara heilt væl. Nógvar sera flottar tíðir og eisini fingu vit í Roysnið 4 heiðursmerkir burturúr.

Hjá kvinnum (2006-1978) var tað Elvira Jansdóttir sum fekk silvur aftanfyri Barbaru Christophersen úr Bragdinum. Tíðin hjá Elviru var 2:21:45.

Eisini hjá monnum (2006-1978) fekk roysnið heiðursmerki. Tað var Ingi Johannessen sum fekk bronsu við tíðini 1:38:27. Oliver Granhøj fekk silvur og Rógvi Kárason vann nýggjárshálvmarathon. Teir renna báðir fyri Bragdið. Rógvi hevði tíðina 1:13:53, sum er undir oyggjaleikakravið. Tíverri er hesin teinurin ikki góðkendur, men hetta er ikki av lættastu rutum, og mótvindur var stóran part av rutuni, so man Rógvi ikki fara at klára oyggjaleikakravið áðrenn oyggjaleikir í summar? Sera flott runnið Rógvi.

Lydia Jacobsen fekk silvur hjá kvinnuveteranum. Hon rann teinin upp á 1:38:56. Á triðja plássi var Hergerð Heldarskarð. Marita Andrasardóttir vann veteranbólkin, og var hon eisini fremst av øllum kvinnunum. Hon hevði tíðina 1:35:12. Marita kláraði eisini oyggjaleika kravið á hálvmarathon í 2022, so tað verður spennandi at fylgja henni á oyggjaleikunum í summar.

Eisini fekk Roysnið heiðursmerki hjá veteranmonnum. Lau Jensen fekk silvur aftanfyri Niels Poulsen úr Bragdinum. Á triðja plássi var Hermann Mortensen somuleiðis úr Bragdinum. Lau kom á mál við tíðini 1:34:21.

Roysnið takkar fyri ein góðan dag og takk til øll sum vóru við. Øll úrslitini kunnu síggjast á Webscorer.com ella á Facebook bólkinum hjá Roysnið, har myndir frá kappingini eisini liggja. Niðanfyri eru eisini nakrar myndir frá degnum. Næsta kapping er í Sørvági 21. januar. Tá byrjar vetrarkappingin aftur. Vónandi síggja vit nógv grøn í Sørvági tá.