Jul 112020

FM 10 km og handan av vetrarkappingini

FM í 10 kilometur var um vikuskiftið í Runavík. Yvir 50 luttakarar vóru við. Veðrið var av tí allabesta og tíðirnar vóru eisini hareftir.

Leygardagin 11. juli var FM í 10 kilometur, sum vanliga verður hildin í mars, men vegna korona var kappingin útsett, og tað bleiv so avgjørt at hon skuldi haldast leygardagin 11. juli.
Vanliga er FM í 10 kilometrum endabresturin upp á vetrarkappingina, men í ár taldi hon ikki við. Vetrarkappingin í ár var tí bert seks umfør, har fýra tey bestu taldu við.

Yvir 50 rennarar møttu upp til FM í Runavík í bestu rennilíkindum. Nógv persónlig met vóru sett, og fremsti rennarin, Julian Gregersen kláraði oyggjaleikakravið við tíðini 32:24. Kravið er 33:30. Átta rennarar frá Roysnið vóru við, og tað gekk gott hjá øllum. Aftaná renningina var handanin av vetrarkappingini.

Roysnið kláraði seg væl hesa vetrarkappingina. Bæði kvinnuliðið og mansliðið hjá Roysnið fingu silvur í liðkappingini. Hjá kvinnunum vóru Astrid Joensen, Hallbjørg Danielsen og Elsebeth Johannessen á liðnum. Hjá monnum vóru tað Lau Jensen, Ingi Johannessen og Arnfinn Johannessen.

Astrid, Hallbjørg og Elsebeth fingu 630 stig, sum rakk til eitt 2. pláss
Mansliðið hjá Roysnið fekk 685 stig

Hjá mansunglingum vann Ingi Johannessen FM við tíðini 38:41. Í vetrarkappingini endaði hann á einum samlaðum øðrum plássi.

Ingi vann gull í FM á 10 kilometur
Í vetrarkappingini endaði Ingi á 2. plássi

Í tí opna bólkinum endaði Bjarki Johannessen nummar tvey við tíðini 36:50. Ein flott tíð hjá Bjarka.

Bjarki vann silvur í FM

Hjá veteranmonnum fingu Roysnið eisini heiðursmerki. Tað var Pauli Poulsen sum vann gull hjá veteranum við tíðini 38:33. Lau var ikki við til FM í Runavík, men hann fekk eitt samlað triðja pláss í vetrarkappingini.

Pauli rann væl og vann gull hjá veteranum

Astrid Joensen fekk eitt bronsuheiðursmerki hjá veterankvinnum. Hon hevði tíðina 46:00. Í vetrarkappingini bleiv hon nummar samanlagt.

Astrid fekk 188 stig, sum gav eitt 3. pláss

Roysnið takkar fyri øll sum møttu upp, og næsta kapping verður næsta fríggjadag 17. juli í Miðvági.