Í gjár var VK6 á Viðareiði á skránni. Veðurlíkindini vóru fín, hóast tað var fitt av vindi. 5 rennarar frá Roysnið vóru við og 4 heiðursmerkir komu heim við aftur.
27 luttakarar høvdu melda seg til VK6 á Viðareiði, og av teimum 27 vóru 5 rennarar frá Roysnið. Veðrið var heilt gott. Sólin skein og tað var turt. Sindur av vindi var, men alt í alt vóru tað fín rennilíkindi. Hjá monnum vann Henry Olsen úr Bragdinum, og hjá kvinnum vann Maria Biskopstøð úr Treysti. Tað var ein góð kapping hjá Roysnið, tí at 4 heiðursmerkir komu í hús.
Hjá mansunglingum var tað Ingi Johannessen sum vann. Hann hevði tíðina 35:01.

Í bólkinum veteranmenn fekk Roysnið eisini heiðursmerki. Regin Thomsen fekk silvur aftanfyri Hallur Holm úr Bragdinum. Bronsuna fekk Hans Ellefsen eisini úr Bragdinum. Regin kom á mál við tíðini 39:09.

Arnfinn Johannessen fekk bronsu hjá superveteranmonnum. Arnfinn hevði tíðina 36:23. Á fyrsta plássi var Henry Olsen úr Bragdinum. Silvur fekk Heini Gregersen frá Treysti.

Hjá ultraveteranum vann Súni Kristiansen gull. Hann hevði tíðina 42:14.

Í liðkappingini hjá monnum sær eisini gott út. Har liggja vit á 2. plássi. Ingi, Arnfinn og Súni mann liðið hjá Roysnið.

Øll úrslit frá kappingini síggjast á webscorer.com. Samlaða støðuna kann man síggja á Facebook síðuni hjá FÍF, Frælsur Ítróttur Føroya. Eitt umfar er nú eftir í vetrarkappingini. Tað umfarið er sum vanligt FM í 10km í Runavík. Kappingin er næsta leygardag, 26. mars klokkan 10. Tá hopa vit at nógvir rennarar frá Roysnið verða við. Tey sum ikki fáa runnið eru vælkomin til at hjálpa til.