Nov 302020

Góður dagur fyri Roysnið

Fyri fyrstu ferð fekk Roysnið tvey heiðursmerkir í opna bólkinum hjá monnum.

Leygardagin var VK2 á skránni. Tað var kerjarrenningin uppi við Hotel Føroyar, sum var hildin um vikuskiftið. Kappingin skuldi verða seinasta vikuskiftið, men bleiv útsett til hetta vikuskiftið, vegna sera ringt veður. Runnið var á rossagøtunum út í Havnadal og so heim aftur eftir rossagøtunum til málið. Rennilíkindini vóru góð. Eitt lítið lot var, men tað var ógvuliga gott renniveður.

Í opna bólkinum hjá monnum fekk Roysnið tvey heiðursmerki. Bjarki Johannessen vann sína fyrstu vetrarkapping við tíðini 39:48. Og Ingi Johannessen kom fyri fyrstu ferð á pallin í opna bólkinum hjá monnum. Hann vann bronsu við tíðini 42:23. Og hann vann bólkin hjá mansunglingum. Lau Jensen var nummar 6 samlað, so tað var eisini sera gott fyri liðkappingina.

Hjá veteranmonnum fekk roysnið eisini heiðursmerkið. Lau Jensen vann bronsu við tíðini 44:20. Og hjá superveteranum fekk Arnfinn Johannessen bronsu. Hann kom á mál við tíðini 48:03.

Øll úrslit og myndir frá kappingini eru at finna á www.fif.fo. Næsta kapping verður næsta leygardag, 5. desembur í Kollafirði. Roysnið vónar at síggja nógvar grønar rennarar í Kollafirði.