Sunnudagin var VK7 í Suðuroy. Átta rennarar frá Roysnið vóru við og vit fingu fýra heiðursmerkir heim við aftur.
37 rennar vóru við til rennikapping í Suðuroy sunnudagin. Hesa ferð var kappingin á Tvøroyri. Runnið var frá vøllinum niðan gjøgnum viðarlundina til Sterling og so oman aftur. Tann rutan var runnin tvær ferðir. Teinurin var umleið níggju kilometur.
Veðrið var gott og fyri fyrstu ferð fekk Roysnið gull og silvur í opna bólkinum hjá monnum.
Tað var Bjarki Johannessen sum vann kappingina við tíðini 31:57. Á annað plássi var Ingi Johannessen. Hann hevði tíðina 34:46. Hallur Holm úr Bragdið var nummar trý. Tíðin hjá honum var 35:20.

Hjá mansunglingum fekk Roysnið gullheiðursmerki. Tað var Ingi Johannessen sum vann unglingabólkin. (tíðin stendur fyrr í greinini).

Hjá superveteranmonnum fingu vit eisini eitt gullheiðursmerki. Arnfinn Johannessen vann superveteranar við tíðini 39:31. Nummar tvey var Páll Vesturbúð úr Hvirluni. Á triðja plássi var Borgar Biskopstøð úr Treysti.

Øll úrslitini eru at finna inni á Facebook síðuni hjá FÍF, Frælsur ítróttur Føroya. Ella inni á www.webscorer.com.
Hettar var tann næst seinasta vetrarkappingin. um tvær vikur er tann seinasta vetrarkappingin, og tá er tað vit í Roysnið sum skipa fyri FM í 10 kilometur og samstundis seinastu vetrarkapping í ár. Vit vóna at síggja nógvar grønar rennarar í Runavík 27. mars. Um man ikki tímir at renna, so er man vælkomin at hjálpa til.