Í sera góðum veðrið leygardagin, var síðsta vetrarkappingin fyri hendan veturin runnin. Tað var sum vant FM í 10 kilometur sum var á skránni. Enn einaferð var tað ein góð kapping hjá Roysnið við heili 11 heiðursmerkjum. Eisini vóru steyp handað fyri samlaðu støðuna í vetrarkappingini. Har komu ikki færri enn 13 steyp í hús.
Í góðum veðrið var FM í 10 kilometur runnið leygardagin. Børnini runnu 5 kilometur. Tað var nokkso kalt um morgunin, men tá kappingin var farin í gongd kom sólin fram, og tað hitnaði beinanvegin. Aftur hesa ferð var grøni liturin sjónligur á pallinum, eins og tað hevur verið allan veturin. Eisini vóru tíðirnar góðar. Nevnast kann at Rógvi Kárason, sum vann FM kappingina og samlaðu kappingina, megnaði at renna oyggjaleikakravið á 10 kilometur. Kravið er 33:30, og Rógvi rann teinin upp á 33:12. Hjartaliga tilukku við flottu tíðini Rógvi.
Í FM kappingini fingu vit 11 heiðursmerkir. Vit fingu heiðursmerki í øllum bólkum uttan hjá dreingjum, menn superveteranar og opna bólkinum hjá monnum.
Teresa Jansdóttir í Lambanum vann 5 kilometur kappingina hjá gentum. Hon rann teinin upp á 27:50. Nú er sindur síðani at vit hava fingið heiðursmerkir í barnakappingini, so tað hevur verið stuttligt at sæð Teresu vunnið fleiri kappingar hjá gentum í vetur, og hon endaði vetrarkappingina við at blíva FM vinnari hjá gentum á 5 kilometur.

Eins og undanfarna vikuskiftið í Suðuroy, so fingu vit eisini gull, silvur og bronsu hjá mansunglingum í Runavík leygardagin. Ingi Johannessen bleiv FM vinnari hjá mansunglingum við tíðini 39:54. Mattias Jansson í Lambanum fekk silvur. Tíðin hjá Mattias var 40:13. Á triðja plássi var Dánjal Reinert Hansen. Hann rann teinin upp á 43:29.
Áðrenn hesa vetrakappingina høvdu vit í Roysnið aldrin fingið gull, silvur og bronsu hjá mansunglingum, og hetta var nú triðju ferð upp í slag at tað kom fyri. Sera stuttligt.
Í samlaðu kappingini hjá mansunglinum, sum telur fimm tær bestu kappingarnar fingu vit tvey steyp. Ingi vann vetarkappingina hjá unglingum og Mattias var nummar tvey.
Hjá kvinnuunglingum fekk Elvira Jansdóttir í Lambanum silvur. Tíðin hjá henni var 55:04. Vibeka Sivertsen úr Treystinum vann. Hjá kvinnuunglingum hava vit ikki havt nógvar rennarar gjøgnum tíðina í vetrarkappingini. Í vetur hevur Elvira vunnið fleiri heiðursmerkir hjá kvinnuunglingum. Sera stuttligt at vit í vetur, eisini hava verið væl umboðað hjá børnum og unglingum.



Í opna bólkinum hjá kvinnum kom Lydia í Lambanum á mál sum nummar tvey. Hon hevði tíðina 45:19. Ann Mari av Skarði úr Bragdinum vann, og Katrin Thorsvig Hansen somuleiðis úr Bragdinum var nummar 3. Hjá veterankvinnum fekk Lydia eisini silvur. Á triðja plássi var Hallbjørg Danielsen. Hon brúkti 47:06 upp á teinin. Ann Mari av Skarði vann eisini veteranbólkin hjá kvinnum.
Í opna bólkinum og veteranbólkinum hjá kvinnum, vóru Lydia og Hallbjørg ávikavist nummar 2 og 3 í tí samlaðu støðuni. Ann Mari vann samlaðu kappingina í báðum bólkum.



Eisini hjá veteranmonnum fingu vit heiðursmerki og steyp. Í FM kappingini var Lau Jensen nummar trý. Tíðin hjá honum var 40:49. Uni Joensen úr Frælsinum vann, og Andrew Hansen umboðandi Bragdið var nummar tvey. Í samlaðu kappingini var Lau nummar tvey. Lau hevur ikki verið við til vetrarkappingar í tvey ár nú vegna skaða, so tað er sera flott komið aftur.


Í FM kappingini hjá kvinnum superveteranum, kom Elsibeth Johannessen á mál sum nummar trý. Tíðin hjá henni var 1:01:21. Frammanfyri hana vóru Jóhanna Vang og Una Højsted, sum báðar renna fyri Bragdið. Eisini í samlaðu kappingini endaði Elsibeth á triðja plássi. Elsibeth hevði ongantíð fingið medalju áðrenn hesa vetrarkappingina. Hon fekk heili trý heiðursmerkir í vetur. Tvær silvur og eina bronsu. Og so endaði hon eisini við einum steypi. Arnfinn Johannessen rann ikki leygardagin, men hann fekk eitt triðja pláss í samlaðu kappingini hjá superveteranmonnum.



Í elsta aldursbólkinum hjá monnum, fingu vit eisini ein FM vinnara. Súni Kristiansen rann teinin upp á 51:04 og vann harvið ultraveteranbólkin. Í samlaðu kappingini hjá ultraveteranum áttu vit bæði fyrsta og annað pláss. Henning Olsen vann vetrarkappingina hjá ultraveteranum, meðan Súni var nummar tvey samlað.


Í liðkappingini hjá monnum hava vit tey seinastu nógvu árini verið í top trý, men í ár vóru vit fyri fyrstu ferð í nøkur ár, eisini í top 3 hjá kvinnum. Bæði hjá monnum og kvinnum endaðu vit nummar tvey í liðkappingini. Í liðkappingini telja øll umførini við. Tey trý sum hava fingið flest stig mannað fyrsta lið, trý tey næstu mannað lið tvey og so framvegis. Hjá kvinnunum vóru Lydia, Hallbjørg og Elsibeth á liðnum. Mansliðið mannaðu Ingi, Mattias og Lau. Bragdið 1 og 2, vóru nummar eitt og trý í báðum liðkappingunum.


Ein góður endi upp á eina góða vetrarkapping. Hjartaliga tilukku til øll tykkum, sum vunnu heiðursmerkir og steyp. Og takk til øll tykkum sum hava verið so trúføst til vetrarkappingarnar í vetur. Eisini takk til tykkum sum hjálptu til.
Vit høvdu tveir sum vóru við til allar kappingarnar í vetur, og harvið fingu eitt páskaregg afturfyri. Teir vóru Ingi Johannessen og Lau Jensen.
Nú tá ið vetrarkappingin er liðug, og tað samstundis eru 10 ár síðani, at Roysnið var endurstovnað, so fara vit at hava eina hugnaløtu aftaná páskir einaferð. Meir verður at frætta tá eitt dato er avgjørt.
Myndir og úrslit eru at síggja á Facebook síðuni hjá okkum.