Marnar Djurhuus og Rigmor N. Arge nr. 1
Í gjár skipaðu vit fyri árliga Nýggjárshálvmarathon. Starturin var sum vanligt tætt við grótbrotið á vegnum oman til Funningsfjørð, og málið á Toftum. Renningin gekk uppá stás, og veðrið var á heilt góðari leið, 8-10 m/s, ikki heilt turt, har vóru nøkur smá æl. Sindur kølið hóast hann ikki var høgur, útsynningur fyri tað mesta, so síðuvindur og mótvindur var ein partur av upplivilsinum.
Tað sá ikki serliga lívligt út á tilmeldingarsíðuni, men fríggjakvøldið vóru hóast alt 59 rennarar tilmeldaðir. Lutfalsliga nógv meldaðu til á staðnum, so tað tottaði í 70 hildu vit. Tá avtornaði vóru tilsamans 65 rennarar sum komu á mál, 41 menn og 24 kvinnur. Og gleðiligt er at heili 18 rennarar stillaðu til start fyri felagið.
Bestu tíðirnar í ár vóru hesar:
Hjá monnum:
1: 1.18.35 Marnar Djurhuus, Treysti
2: 1.18.45 Eirikur Hansen, Bragdð
3: 1.24.01 Cecil Weihe, Bragdið
Marnar Djurhuus (Treysti) vann hjá ‘unga’ aldursbólkinum (72-00), Cecil Weihe (Bragdið) vann veteranbólkin (62-71) og Regin Zachariasen (Bragdið) vann superveteranbólkin (-1961)
Hjá kvinnum:
1: 1.32.27 Rigmor Napoleonsdóttir Arge, Hvirlan
2: 1.44.33 Ella Áarstein, Treysti
3: 1.46.01 Hergerð Heldarskarð, Bragdið
Ann-Mari av Skarði (Bragdið) vann hjá ‘unga’ aldursbólkinum (72-00), Rigmor N. Arge (Hvirlan) vann veteranbólkin (62-71) og Anna Sofía Kristiansen (Bragdið) vann superveteranbólkin (-1961).
Vinnarin av lutakastinum í smb. við okkara facebook-event sum varð gjørt í samarbeiði við Skósøluna við Gøtugjógv gjørdist Johan E. Simonsen.
Øll úrslitini og myndir finnast her á heimasíðuni og á heimasíðuni hjá FÍF.
Jóannes S. Poulsen tók eina rúgvu av góðum myndum, og so høvdu vit eisini gott fólk til aðra fyriskipan, te. ma. 3 vatndepotir, timing- og úrslita fólk og ikki minst vaflukokkarnir.