Jun 232022

Roysnið á ferð

Síðstu árini hevur Roysnið skipa fyri nógvum spennandi tiltøkum. Eitt nú runnu vit eina nýggja oyggj hvønn mánað í 2021. Nú verður aftur ein sera spennandi túrur gjørdur.

22. septembur í ár ferð Roysnið at skipa fyri einum túrið til Danmarkar, í samband við HC Andersen Marthon í Odense 25. septembur. Ætlanin er at verða eitt langt vikuskiftið frá hósdag til mánadag. Rennikappingin er sunnudagin, og tað ber til at renna marathon, hálvtmarathon og 10km. Tey ið ynskja at verða við kunnu kontakta Roysnið á Facebook áðrenn 1. juli, so fyrireikingarnar kunnu byrja.

Hetta verður heilt sikkurt ein ordiliga góður túrur, so setið x í kalendaran 22-26. septembur, tí hetta vilja tit ikki missa