Jan 222018

Stórmót í Reykjavík

Roysnið á Íslandsferð (partur 1 av 3)

Síðani Roysnið varð endustovnað hevur spakuliga ginigð framá á flest øllum økjum; Tað legst afturat við limum, bæði vaksnum og børnum, og umframt tær føstu vanligu kappingarnar sum Roysnið skipar fyri, er áhaldandi virksemi at skipa fyri nýggjum venjingarkonseptum og tiltøkum.

Tað sæst aftur, tí vit gerast fleiri og fleiri til motionistavenjingarnar, og vit eru eyðsýnd í vetrarkappingini og øðrum kappingum hjá vaksnum vegrennarum. Børnini gerast eisini fleiri og fleiri sum umboða Roysnið til eitt nú FM hjá ungum á breytini. Tríggjar summarhálvur á rað hava veri venjingar fyri børn og ung á Svangaskarði, og hendan veturin hava nøkur av stóru børnunum eisini haft nakrar felagsvenjingar. Orsøkin til tess er at nú var tíðin komin til at gera sum hini (stóru) feløgini, nevniliga at fara útum landaoddarnar at kappast.

Nøkur av børnunum hava veri við frá byrjan, so tey eru hálvstór nú og hava trena rættuliga seriøst í nøkur ár nú. Tað er ikki altíð líka stuttligt at hava nakrar ambitiónir innan frælsan ítrótt í Føroyum; Tað kann vera einsligt og til tíðir krevjandi viðv. veðrinum og umstøðum. Tí er umráðandi at hava okkurt spennandi at síggja fram til, altso okkurt annað enn kappingarnar sum eru um summarið. Bragdið, Hvirlan og Treysti hava í fleiri ár sent stórar hópar av ungum íðkarum til Íslands um jan/febr. mundið, at kappast í ‘Stórmót’ sum er størsta innandura kappingini í Íslandi, og tað var upplagt at Roysnið gjørdi tað sama.

Roysnið avgjørdi stutt eftir FM-ung á breyt í septembur at gera túr til Íslands, og ætlanin var at fara avstað við trimum teimum elstu íðkarunum í ungdómshópinum. Ein gav tó seinni avboð, so tað endaði við at bert Anna Katrina Mikkelsen (Strendir) og Ingi Johannesen (Toftir) vóru send avstað. Men ferðalagið var nú ikki heilt lítið fyri tað, 8 fólk tilsamans taldist ferðalagið: 3 foreldur komu við, formaðurin og konan, umframt venjarin, men nøkur av teimum vaksnu meldaðu seg eisini til kappingar hóast flestu av teim 700 íðkarunum sum vóru tilmeldaðir til Stórmót vóru undir 20 ár.

22. Stórmót kappingin í Reykjavík var í 2018 sett á skrá eitt sindur fyrri enn vanligt, tað plagdi ofta at vera umleið fyrsta vikuskiftið í februar. Kappingin varð sett til 20. og 21. januar. Atlantic flýgur fríggjadagar og mánadagar til Keflavíkar, so tríggjar nætur skuldi hópurin gista í Íslandi. Avgjørt var eisini at gera líka sum Bragdahópurin, nevniliga at búgva í City Hostel í Laugardali, tætt við har kappingarnar fara fram, so íðkarir, áskoðarir og onnur hvør í sínum lagi kundi ganga aftur og fram sum teimum passaðu best.

Komin til Hostel í Reykjavík fóru vit næstan beina leið til høllina har kappingin gongur fyri seg, partvís fyri at finna veg, men mest fyri at síggja umstøðurnar, og fáa eina lítla løtu við venjing, soleiðis at íðkararnir gjørdist meira tryggir við karmarnar. Fyri okkara viðkomandi var hetta jú alt nýtt og fremmant, so tað var við stórum eygum at vit upplivdu Laugardalshøllina og hesa fantastisku 200m innandura breytina. Vit vóru á einum máli um at hetta er júst tað sum so stórur tørvur er á til okkara íðkarar at hava í Føroyum