Rennilíkindini vóru framúr tá FM í 10km, og VK8 var runnið í Runavík leygardagin. Nógvar medaljur og steyp komu í hús hesa vetrarkappingina.
33 vaksin, og tvey børn runnu FM í 10 og 5km leygardagin. Veðrið kundi ikki verið nógv betri. Eini 3-4 m/s av einum útsynningi og sól. 6 rennarar úr Roysnið vóru við, og teir kláraðu seg bara heilt væl. Peter Jensen úr Bragdinum vann kappingina hjá monnum, og Rebekka Fuglø Poulsen vann hjá kvinnum.
Hjá mansunglingum bleiv Ingi Johannessen føroyameistari við tíðini 38:52. Aftanfyri hann vóru Leon Johannessen á 2. plássi, og Finnur Ejdesgaard á 3. plássi. Eisini vann Ingi tað samlaðu kappingina hjá mansunglingum við fullum stigatali.
Í opna bólkinum hjá monnum bleiv Ingi nummar trý samlað, aftanfyri Henry Olsen og Hallur Holm úr Bragdinum.



Astrid Joensen bleiv nummar tvey í FM kappingini hjá kvinnur veteranar. Tíðin hjá henni var 49:24. Marita Andrasardóttir var nummar eitt og Heidi Jógvansdóttir bleiv nummar trý. Tær renna báðar fyri Bragdið.

Hjá veteranmonnum kom Regin Thomsen á mál sum nummar tvey. Hann hevði tíðina 44:24. Á fyrsta plássi var Hallur Holm. Hans Ellefsen var nummar trý. Teir renna fyri Bragdið. Hatta var eisini raðfylgjan í samlaðu støðuni hjá menn veteranar.


Hjá menn superveteranar fekk Arnfinn Johannessen bronsu. Hann rann teinin upp á 43:39. Frammanfyri hann vóru Henry Olsen og Heini Gregersen, úr ávikavist Bragdið og Treysti. Tað var eisini støðan í samlaðu kappingini hjá superveteranmonnum.


Súni Kristiansen bleiv føroyameistari hjá ultraveteranmonnum. Nummar tvey var Robert Vilhelmsen. Súni kom á mál við tíðini 48:54. Súni bleiv eisini nummar eitt í samlaðu støðuni við fullum stigatali.


Í liðkappingini hjá monnum kom eisini eitt steyp í hús. Ingi Johannessen, Arnfinn Johannessen og Súni Kristiansen mannaðu fremsta liðið hjá Roysnið, og teir endaðu nummar tvey aftanfyri Bragdið 1. Á triðja plássi var Treysti 1.

FÍF hevur í nógv ár valt at heiðra teimum, sum ferðast um alt landið til allar vetrarkappingarnar. Tey sum luttaka í øllum kappingunum fáa øll eitt páskaregg í part. Tveir úr Roysnið fingu allar kappingarnar í ár. Teir vóru Súni Kristiansen og Ingi Johannessen.

Øll úrslitini frá kappingini leygardagin, kunnu síggjst inni á hesari leinkjuni https://www.webscorer.com/race?raceid=271730&live=1.
Hetta var so endin á vetrarkappingini í ár, og aftur hesa ferð hevur Roysnið havt nógv góð úrslit. Vit vilja takka øllum teimum, sum komu til Runavíkar at renna FM í 10km, og takk til øll sum hjálptu til.
Nú er ein lítil stegður fram til næstu kapping, sum er flaggdagsrenningin 25. apríl í Havn. Annars er nógv spennandi á skránni í summar, so tað kunnu tit gleða tykkum til.