Jan 212017

Silvur til Inga í Sørvági

Frælsi bjóðaði til kapprenning í dag. Tey vaksnu runnu 12 km og børnini góðar 3 km. Ingi rann seg til eina góða tíð, og fyrsta kilometurin lá hann undir 3½ min/km. Á veg á málið, sum var sama stað sum starturin – niðanfyri skúlan í Sørvági, var nakað av mótvindi, so ferðin var ikki heilt jøvn. Úrslitið gjørdist 12:34, einans 20 sek aftanfyri nr. 1.

Tey vaksnu runnu 12 km, startur og mál var sama stað sum børnini høvdu, men vendingin var næstan uppi við tunnilin til Gásadals. 5 Roysnið rennarir vóru við hjá teimum vaksnu. Úrslitini kundu veri betur, onkur hugnaði sær bara fyri tað mesta, men Arnfinn fekk so eitt 6. pláss í altíð sterka veteranfeltinum. Hinir garparnir vóru Regin, Marnar og Eirikur. Petra var einasta kvinna hjá Roysnið.

Tilsamans 49 vaksin luttóku, so tað hevur mangan veri betur luttøka til vetrarkapping seinastu árini, tað var annars av bestu líkindum og umstøðum at renna. Løtan aftaná tá Frælsi bjóðar suppu og køku var heldur ikki at kimsa at.

Úrslitini øll sum tey eru síggjast við at trýsta her: LINK

(Myndir eru lándar frá Vágaportalinum.)