Leygardagin var fjórða vetrarkappingin hendan veturin í Sørvági. Verðrið var heilt okay í Sørvági, hóast hann segði nógvan vind kring landið.
54 luttakarar vóru við til rennikapping í Sørvági. Teinurin var líka undir níggju kilometur. Runnið var frá kirkjuni í Sørvági líka forbí Bø, og so heim aftur. Tað var sindur av mótvindi heim aftur frá Bø, men annars vóru rennilíkindini bara heilt góð.
Hjá mansunglingum fekk Roysnið gullheiðursmerki. Ingi Johannessen vann unglingabólkin hjá monnum við tíðini 33:37. Aftanfyri hann var Dánjal Dahl Ljósheim úr Hvirluni við tíðini 38:04.

Í opna bólkinum hjá monnum vann Bjarki Johannessen gull við tíðini 32:08,0. Í hølunum á honum var Peter Jensen úr Bragdinum við tíðini 32:08,3. Á triðja plássi var Rógvi Kárason somuleiðis úr Bragdinum. Hann hevði tíðina 32:32.

Í liðkappingini hjá monnum sær eisini gott út beint nú. Roysnið liggur nummar eitt við 511 stigum. Bragdið hevur 469 stig á øðrum plássi. Treystið er á triðja plássi við 352 stigum.
Øll úrslit og myndir frá kappingini eru at síggja á www.fif.fo. Næsta kapping verður um tríggjar vikur í Havn, leygardagin 6. februar. Tá vóna vit at síggja nógvar Roysnið rennarar.