62 rennarar vóru við til runt Agnið leygardagin. Veðrið var av tí allarbesta, og tað vóru eisini nógv góð úrslit.
Leygarmorgunin var runt Agn kappingin hildin. Tað var sera gott veður og tíðirnar vóru eisini har eftir. Roysnið var væl umboða, sum er sera hugaligt at síggja, og Roysnið rennararnir fingu eisini sera góðar tíðir.
Í tí opna bólkinum vann Tummas Napoleon Arge úr Hvirluni. Men einans trý sekund aftan fyri hann var Bjarki Johannessen úr Roysnið. Tummas og Bjarki fylgdust allan vegin, og tað endaði við einum endaspurti ímillum teir báðar, sum Tummas vann.
Tummas hevði tíðina 35:29, meðan Bjarki hevði tíðina 35:32. Hettar var persónligt met hjá Bjarka, við fýra minuttum. Sera flott runnið av Bjarka. Nummar trý var Peter Jensen úr Bragdinum, við tíðini 37:58.

Ingi Johannessen vann bólkin hjá mansunglingum við tíðini 41:24. Tað var eisini persónligt met. Ingi hevði áðrenn runni tað upp á 42.30. Aftanfyri hann var Dánjal Ljósheim úr Hvirluni við tíðini 43:17.

Hjá veterankvinnum fingu Roysnið eisini heiðursmerki. Tað var Astrid Joensen sum vann silvur við tíðini 48:13. Rigmor N. Arge úr hvirluni vann. Á triðja plássi var Heidi Jógvansdóttir úr Bragdinum.

Eisini hjá veteranmonnum fingu Roysnið heiðursmerki. Tað var Lau Jensen, sum vann bronsu við tíðini 41:29. Nummar eitt var Hallur Holm úr Bragdinum, og nummar tvey var Súni Jacobsen eisini úr Bragdinum.

Roysnið fekk eisini heiðursmerki hjá superveteranmonnum. Arnfinn Johannessen fekk bronsu við tíðini 45:40. Henry Olsen úr Bragdinum vann, og Heini Gregersen úr Treystið fekk silvur.

Øll hini úrslitini og myndir frá kappingini síggjast á www.fif.fo. Roysnið takkar fyri øll sum møttu upp og tey sum hjálptu til. Næsta kapping verður 21. novembur í Havn. Tað er kerjarrenningin uppi við Hotel Føroyar. Tað hevði verið stuttligt, um vit vóru nógv úr Roysnið, sum vóru við tá.