Sep 112017

Vetrardvali ella ikki.

Nú FM ung er farið afturum, er liðugt við barnavenjingunum á Svangaskarði fyri í ár. Aftaná hesa vikuna verður skift til vetrarhálvuskrá, og tað vil millum annað siga at mikudagsvenjingin á breyt fellur burtur, eisini hjá teimum vaksnu, og innanduravenjing byrjar aftur (les meira um venjingarskránna her). Tað er tó ikki neyðugt at fara í vetrardvala, tí hóast ongin skipað venjing er fyri Lý, Margit og Jóhannu (myndin) og øllum hinum børnunum, so halda tey seg í gongd við at renna, og møguliga við øðrum ítrótti eisini, inntil vit hittast aftur á Svangaskarði til várs.
Tey vaksnu hava framvegis sunnudagsrenningarnar, og so er innandura venjingin sum plagar at vera í vetrarhálvuni, umframt nýggju týsdagsvenjingina. Møguliga kemur okkurt afturat, antin hósdag ella fríggjadag, evt. aðru hvørja viku, meira um tað seinni.
Tó hittast vit enn einaferð smb. summarhálvuskrá, og tað er nú mikudagin 13/9-17. Tað verður tó ikki vanlig venjing, og heldur ikki vanliga tíðspunktið og heldur ikki vanliga møtistaðið. Tí eins og í fjør bjóðar Roysnið, saman við okkara stuðli; byggivirkið KBH á Toftum, børnunum – og teimum vaksnu, sum eisini hava vant hesar mikudagar – til eitt hugnakvøld við serligum aktiviteti, grilling og annað. Vit hittast kl. 18.00 í virkisbygninginum hjá KBH niðri við kajina á Toftum.
Um onkur eigur vát- ella turrdrakt, vera tey biðin at taka hana við, umframt (heit) skiftiklæðir, handklæð og svimjibuksir/-drakt. Tey sum ikki bera alsk til sjógvin eru tó vælkomin at renna e.t. meðan børn og barnslig vaksin eru óseriøsir íðkarir eina løtu.