Leygardagin byrjaði vetrarkappingin aftur við tí tiltiknu rutuni Runt Agnið. Enn einaferð fingu vit fantastiskt veður. Nógv góð úrslit vóru og fleiri heiðursmerki komu í hús til Roysnið.
Kl. 11 leygarmorgunin byrjaði vetrarkappingin aftur. Tað var sum vant Runt Agnið, sum var tann fyrsta kappingin á skránni. 58 rennarar vóru við og veðrið fekk ikki verið betri. Stilli og turt. Roysnið fekk nógv góð úrslit og 6 heiðursmerki komu í hús.
Hjá mansunglingum fekk Roysnið bæði gull og silvur. Nummar eitt var Ingi Johannessen við tíðini 42:34. Á øðrum plássi var Mattias Jacobsen, sum var við til sína fyrstu vetrarkapping. Hann hevði tíðina 42:48. Sera flott runnið til sína fyrstu vetrarkapping. Framtíðin er heilt sikkurt spennandi.

Í opna bólkinum hjá monnum var Bjarki Johannessen nummar tvey aftanfyri Rógva Kárason. Bjarki hevði tíðina 37:25. Nummar trý var Eirikur Hansen.

Lau Jensen var komin við aftur til Runt Agnið, eftir næstan tvey ár við pausu vegna skaða. Hann kom beint upp á skammilin aftur hjá veteranum. Lau fekk bronsu aftanfyri Niels Poulsen og Una Svabo Joensen. Lau kom á mál við tíðini 42:44.

Í superveteranum hjá kvinnum fekk Arnbjørg Johannessen bronsu við tíðini 54:54. Frammanfyri hana vóru Ann Thomsen og Óluva Zachariasen.

Roysnið fekk gull heiðursmerki hjá ultraveteranmonnum. Henning Olsen vann við tíðini 47:12. Aftanfyri hann vóru Jens Weihe og Gunnar Simonsen.

Enn einaferð ein sera góð kapping Runt Agnið. Veðrið var enn einaferð framúr og 6 heiðursmerki komu í hús. 2 gull, 2 silvur og 2 bronsu. Vit takka fyri eina góða og væleydnaða kapping, og vóna at síggja nógv grøn aftur um tvær vikur til Kerjar.
Øll úrslitini síggjast inni á Webscorer.com. Eisini eru myndir frá kappingini at síggja inni á Facebook bólkinum hjá Roysnið.