Um vikuskiftið var VK 7 í Suðuroy. Veðrið var av tí allarfagrasta. Fimm rennarar úr Roysnið vóru við, og trý heiðursmerki komu heim við aftur.
Kappingin byrjaði klokkan 14 sunnudagin 8. mars. Fyrrverandi ár hevur kappingin verið leygardag, men í ár var hon flutt til sunnudag, tí tað passaði betur við bátinum. Kappingin var runnin í Vági. Starturin var á Vágseiði, síðan var runnið út gjøgnum bygdina út á Nes, og so inn aftur til Vágs. Teinurin var umleið 8,8 kilometur langur.
Í opna bólkinum hjá monnunum endaði Lau nummar fimm. Ingi var á sjeynda plássi og Arnfinn fekk áttanda plássi. Hjá kvinnum bleiv Astrid nummar fýra og Elsibeth endaði nummar sekstan. Hetta vóru góð úrslit fyri liðkappingina, har bæði menninir og kvinnurnar liggja á einum øðrum plássi.
Hjá mansunglingum vann Ingi. Hann var einasti unglingur hesa kappingina, men hann liggur á einum øðrum plássi í samlaðu støðuni.

Hjá veterankvinnum fekk Astrid eitt triðja pláss, aftanfyri Ann-Mari av Skarði á øðrum plássi og Rigmor Napolensdóttir Arge á fyrsta plássi. Astrid hevði tíðina 42,13. Elsibeth var nummar átta hjá veteranum. Hon hevði tíðina 53,59

Í bólkinum hjá menn veteranum fekk Lau eitt triðja pláss. Lau hevði tíðina 34,58. Arnfinn bleiv nummar fýra hjá veteranum og hevði tíðina 37,36.

Øll úrslitini koma út á www.fif.fo í vikuni. So tit kunnu fylgja við á har fyri at fáa øll úrslitini og samlaðu støðuna.
Næsta leygardag, 14. mars verður kappingin á Viðareiði, sum skuldi verða 2. mars, men bleiv útsett vegna sera vánaligt veður. Tað hevði verið stuttligt at sæð nógvar rennarar úr Roysnið til kapping á Viðareiði.